Skálafólk mundu ikki kenna seg heilt álvulig, tá dysturin á Svangaskarði fyri viku síðani var av. Stóra ivamálið var, um Pauli G. Hansen hevði fingið somikið álvarsligan skaða, at hann als ikki fór at verða tøkur aftur í ár.
Somikið álvarsligt var tað tíbetur ikki, men á Skála ásanna tey, at miðvallarmotorurin í øllum førum ikki verður partur av liðnum sunnudagin, nú HB kemur á vitjan.
Stórt mannfall
Tað verður Alexandur Johansen heldur ikki, eftir at hann fór út við vøddaskaða á Toftum, og tað sama gjørdi Borgar Danielsen, tá unglingarnir hjá Skála spældu dyst mikukvøldið.
Hartil hava hvørki Milic ella Pætur Dam Jacobsen vant í vikuni, men vónin er tó, at teir verða tøkir sunnudagin kortini.
Samanlagt tykist støðan soleiðis ikki vera tann allar besta á Skála, men tað nertir ikki við, at talan er um sera týdningarmiklan dyst, nú HB vitjar. Hvørki HB ella Skála hava fingið heilt so nógv burturúr fyrstu umførunum, sum liðini kundu ynskt sær, og skal oddurin fylgjast so nøkunlunda, er tí neyðugt við trimum stigum.
Panic er kanska við
Hjá HB tykist hinvegin standa heilt væl til. 4-0 sigurin á NSÍ seinasta umfarið mundi geva eitt tiltrongt sálarligt lyft, sum kann koma liðnum heilt væl við.
Hartil er Janus M. Joensen nú aftur tøkur, eftir at hann var leikbannaður móti runavíkingunum. Vikarur hjá honum var blaðungi Poul Thomas Dam, sum enntá spældi seg beint á Formulaliðið her í blaðnum, men sum liðskipari man Janus tó vera ein spælari, sum kemur beina leið aftur millum teir fyrstu ellivu.
Og hartil er møguleiki fyri, at HB hevur ein eyka trumf at seta á taktikk-talvuna. Serbiski Jovan Radinovic-Panic gjørdi herfyri fyribils sáttmála við HB, og í løtuni verður bara bíðað eftir, at seinastu pappírini eru í lagi. Sum skilst, so er ein lítil møguleiki fyri, at hetta verður greitt longu undan vikuskiftinum, og í øllum førum verður roknað við, at nýggi maðurin er í hópinum, tá grannauppgerðin móti B36 er á skránni komandi mikudag.