Skála spælir sítt spæl

- Vit ætla okkum ikki at broyta upp á okkara spæl, sigur Skála liðskiparin, sum tó roknar við eini sera truplari avbjóðing móti finska Tampere leygardagin kl. 18

Upptakt

Leygardagin stendur fótbólturin á Skála fyri síni higartil størstu avbjóðing. Knappliga lopið frá botn- til oddastríð í fjør hevði við sær, at Skála í landskappingini vann bronsukrónurnar, og hetta gav eisini felagnum rætt til luttøku í inter-toto kappingini. Ein luttøka, sum skal standa sína roynd leygardagin, tá finska Tampere kemur á vitjan á Svangaskarði.

Hevur ligið frammarliga
Liðskipari hjá Skála í tí dystinum verður væntandi Pauli G. Hansen, og hann dylir ikki fyri, at tað er við spenningi, at teir nú hava fyrireikað seg til dystin.
- Hetta er jú ein sera stór avbjóðing. Vit hava sjálvandi roynt at savna tankarnar um landskappingina og tær uppgávur, sum vit hava her, og tað haldi eg eisini hevur eydnast. Men kortini, so hevur verið tosað heilt nógv um uppgávuna, sum nú stendur fyri, heldur hann.
Og tað er heldur einki at ivast í, at tað hjá Paula sjálvur verður spennandi at taka lut í altjóða dysti. Seinastu mongu umførini hevur hann drigist við skaða í lærkrikanum, og hevur tí ikki fingið spælt. Men mikukvøldið var hann partur av einum sterkum miðvølli í 4-0 sigrinum á KÍ, og hann vónar, at tað verður pláss fyri sær leygardagin.
- Eg havi sjálvandi hugsað um hendan dystin, meðan eg havi stríðst við at blíva klárur. Og tað sær so tíbetur út til at hava eydnast, staðfestir Pauli.
Tað gjørdi tað hinvegin ikki hjá Alexandur Johansen, sum enn ikki hevur spælt í ár. Hann hevur drigist við argandi skaða í knænum, og tó at vónin var, at hann skuldi verða tøkur til toto-dystirnar, so hevur tað ikki eydnast.
Men í aðrar mátar tykjast allir vera tøkir. Iulian Florescu tók ikki lut í venjingini á Toftum hósdagin, men teir rokna tó við, at hann verður klárur til dystin.

Spæla okkara spæl
Tá tosað verður um mótstøðuliðið leygardagin, so sigur Pauli alt fyri eitt, at teir vita ógvuliga lítið um hetta lið.
- Serbisku spælararnir hjá okkum hava onkran landsmann í Finnlandi, og á tann hátt hava vit fingið nakað at vita um liðið. Men tað er eisini alt. Vit hava roynt at fingið fatur á onkrum videobandi, men hetta hevur so ikki eydnast.
- Men vit vita, at teir liggja nummar tvey í finsku deildini, so tað er einki at ivast í, at talan er um sterka mótstøðu.
Skála er nú eitt lið, sum vanliga spælir sera framrættaðan og positivan fótbólt. Roknar tú við, at tit fara at spæla meira verjukent hesaferð?
- Tað er so ikki ætlanin at broyta upp á okkara spæl. Vit mugu royna at spæla upp á tann mátan, sum vit duga best. Okkara møguleiki er so helst eisini, um teir undirmeta okkum eitt sindur, sigur liðskiparin hjá Skála at enda.