Skála spælir í dag

EB/Streymur ætlar ikki lítið, nú teir í morgin fara til Italia á venjingarlegu í fjúrtan dagar

Í dag er rættuliga týdningarmikil uppgáva á skránni hjá skálamonnum. Teir fáa møguleikan at reisa seg eftir fyrsta tapið í hesum kappingarárinum. EB/Streymur vitjar á Skála. Sambært skipanini skuldi dysturin verið spældur í morgin. Hann er fluttur til í dag klokkan 14, tí EB/Streymur í morgin fer til Italia á venjingarlegu.
Skála spældi ikki væl mikukvøldið ímóti NSÍ. Teir megnaðu ikki at spæla seg til ein tann einasta málmøguleika. Tað er greitt, at liðformaðurin Pauli G. Hansen og málverjin, Igor Bjarni Kostic, ikki vera við. Teir eru báðir skaddir. Harafturímóti verður Alexandur Johansen við aftur. Hann var sjúkur mikudagin og er komin fyri seg aftur. Heini Kristiansen, sum stóð seg væl, tá ið hann loysti av í málinum, verður millum stólparnar.
Skála og EB/Streymur hava tvær ferðir áður spælt landskappingardyst á Skála, har heimaliðið báðu ferðirnar hevur fingið fult.
EB/Streymur slapp væl burturúr heimadystinum ímóti B68. Í vánaligum líkindum fingu teir í evstu løtu heppið mál til 2-1. Undan ferðini til Skála eru allir spælararnir tøkur uttan Pazek. Hann vandi fyrstu ferð hóskvøldið og er ikki enn førur fyri at spæla.
EB/Streymur fer næstu tvær vikurnar at venja á ítróttarmiðstøð nærindis Ancona í Norðuritalia. Seytjan spælarar eru í ferðalagnum, sum tilsaman er uppá umleið 25 fólk.