Skála skoraði sigursmálið í síðsta sekundi

1.DEILD: Við heimasigri ímóti HB, syrgdi Skála fyri, at frástøðan til niðurflytingarpláss er, sum hon var undan hesum umfarinum

Við 4-2 sigri á Sandi legði Giza Hoyvík í dag trýst á Skála í kapprenningini, sum snýr seg um at sleppa undan niðurflyting.

Teir næstbestu hjá Skála høvdu í dag vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og tað eydnaðist Skála at vinna 4-3. Sigursmálið varð skorað í síðsta sekundi.

Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 2-1.

 

Úrslitið ber við sær, at Skála hevur 25 stig og lyfti seg upp um B71, sum eisini hevur 25 stig. Skála er nummar sjey, og B71 er á áttanda plássi.

Málmunurin hjá Skála er -13, meðan hann hjá B71 er -19.

HB hevur 28 stig og er á sætta plássi.

 

Dávid Johansen legði Skála framum í 11. minutti. Lítla løtu seinni javnaði Rói av Fløtum til 1-1, og dygst undan steðginum legði hann HB framum 2-1.

Tveir minuttir eftir hvíldina javnaði Nenad Saric til 2-2, og tveir minuttir seinni levði Jannik M. Olsen heimaliðið framum 3-2. Fyrstu tíggju minuttirnir eftir steðgin vóru sera lívligir, tí longu í 53. minutti javnaði Niklas T. Kruse til 3-3.

 

Tað stóð á jøvnum, inntil vanliga tíðin var farin og reiðiliga tað. Sigursmálið skoraði innskifti Lukas Sólheim í 93. minutti. Hann varð miðskeiðis í fyrra hálvleiki skiftur inn fyri fyrsta Skála málskjúttan, Dávid Johansen, sum fór skaddur av vøllinum.

 

Um eina viku – á mikkjalsmessu – skal HB spæla í Leirvík ímóti Víkingi, og Skála skal spæla á Svangaskarði ímóti B68.