Skála skoraði fýra ferðir eftir lítlari løtu

Fjórða umfar í næstbestu deildini í fótbólti er á skránni hetta vikuskiftið. Sambært skránni skuldu KÍ og FC Suðuroy havt spælt í Klaksvík, men tað bar ikki til orsaka av kava á vøllinum í Klaksvík. Í staðin er gjørt av, at liðini skulu hittast á Vágseiði sunnudagin. Leygardagin áttu EB/Streymur og Víkingur at havt spælt, men orsaka av kava við Margáir varð dysturin útsettur.

 

Toftamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá TB, og heimaliðið vann 3-0. Fýra minuttir undan dystarloki staðfesti Haraldur R. Højgaard heimasigurin. Merkisvert er tað, at Haraldur hevur skorað í øllum fýra umførunum. Hann er annar av toppskjúttunum í deildini við fimm málum.

 

Skála vitjaði HB, sum legði bragdliga fyri við at vinn tríggjar teir fyrstu dystirnar, men tapti fyri viku síðani í Vági. Leingi bendi einki á, at talan skuldi verða um málríka uppgerð. Átta minuttir eftir steðgin setti HB hol á, og Skála javnaði, tá ið tað restaðu átjan minuttir. So gekk skjótt við málskjótingini. Í lítið korter skoraði Skála fýra ferðir, og tað varð heilt spennandi, tá ið Jákup Slættalíð í næstsíðsta minutti skoraði fyri HB og minkaði um munin til 3-4. Jógvan Andrias Nolsøe skoraði tvey av HB málunum, og hann er annar av toppskjúttunum við fimm málum.

 

Fyri viku síðani vunnu teir næstbestu hjá B36 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hesa ferð vóru teir í árstalsfelagnum á Sandi, har heimaliðið vann 3-2. B36 minkaði um munin til 3-2, tá ið tað restaðu fimm minuttir.

 

Útsetti dysturin frá fyrsta umfari millum KÍ og Víking er framvegis ikki spældur.

 

4. umfar

Leygardagin 6. apríl

B71-B36 3-2 (1-0)

1-0: Marcus Klementsen 27.

1-1: Tóki á Lofti 49.

2-1: Steintór Fagradal 60.

3-1: Aron Clementsen 61.

3-2: Árni G. Nielsen br 85.

 

B68-TB 3-0 (2-0)

1-0: Bjarki Johannesen 14.

2-0: Fróði Johannesen 33.

3-0: Haraldur R. Højgaard 86.

 

EB/Streymur-Víkingur útsettur

 

HB-Skála 3-4 (0-0)

1-0: Jógvan Andrias Nolsøe 53.

1-1: Teitur R. Joensen 72.

1-2: Karstin Justesen 79.

1-3: Brian Jacobsen 82.

2-3: Jógvan Andrias Nolsøe 84.

2-4: Edvin Jacobsen 86.

3-4: Jákup Slættalíð 89.

 

Sunnudagin

FC Suðuroy-KÍ: Bent Tommy Linklett kl. 14.45

 

Støðan

B68 12 stig

HB, Skála, FC Suðuroy 6 stig

TB, B71 4 stig

Víkingur, KÍ, B36 3 stig

EB/Streymur 2 stig

Hagtøl: faroesoccer.com

Víkingur og KÍ hava spælt tveir dystir, FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt tríggjar dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir.

 

 

mynd: www.b68.fo