Skála skiftir formann

Arni Klein Abrahamsen er nýggjur formaður hjá Skála

 

Kaysten Rasmussen hevur í ár verið formaður hjá uppflytarunum í Effo-deildini av Skála. Men tað verður hann ikki meir.

 

Ístaðin verður Arni Klein Abrahamsen nýggjur formaður. Kaysten Rasmussen gevst tó ikki í felagnum.

 

 

Skála ÍF skrivar á Facebook:

 

Leiðslubygnaðurin styrktur í Skála Ítróttarfelag.

 

Tað er altíð ein avbjóðing hjá ítróttarfeløgum, at uppgávan av at reka felagið og virksemið tess, kann koma til at hvíla ov nógv á einstøkum persónum. Vandi tá er fyri, at orkan ikki røkkur til allar tær uppgávur, ið skulu loysast, og eldsálirnar brenna út.

 

Nevndin hjá Skála Ítróttarfelag hevur sett sær fyri, at styrkja leiðslu- og nevndarbygnaðin í felagnum, soleiðis at pláss og rúm verður fyri, at fleiri hendur bera í felag. Sum liður í hesum bygnaðarbroytingum, hevur Arni Klein Abrahamsen tikið við sum formaður, meðan Kaysten Rasmussen framyvir fer at hava ábyrgd fyri ítróttarliga virkseminum í felagnum.

 

Harumframt hevur nevndin eisini sett sær fyri at arbeiða við øðrum átøkum, fyri at styrkja bygnaðin og fyrisitingarliga partin av felagnum.

Endamálið við hesum átøkum, er at tryggja framhaldni í felagnum, og at gera tað meira áhugavert, bæði hjá nýggjum og verandi kreftum, at taka við ábyrgd og bera Skála Ítróttarfelag fram á leið í komandi tíðum.