Skála skal halda fast

Oddaliðið Skála skal halda fast í oddasessinum, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan.

Skála hevur staðið seg avbera væl seinnu vikurnar, og teir eru eisini favorittar at basa EB/Streymi, sum kemur á vitjan á Skála sunnudagin.

Ríða á einum aldukambi
Tað er einki dulsmál, at Skála í løtuni ríður á einum aldukambi, tí teir hava av álvara undanvind, og tað tykist sum um, at teir verða ógvuliga truplir at koppa.
Hópurin er rættuliga breiður, og hørð kapping er um plássini á liðnum. Í seinasta umfarinum hevði Nenad Stankovic leikbann, men hann verður við aftur nú sunnudagin, og tað er ein styrkur fyri miðvøllin hjá Skála.
Hjá EB/Streymi var Hans Pauli Samuelsen leikbannaður til dystin móti GÍ á Mølini farna vikuskifti, men hann er nú tøkur aftur. Marni Djurhuus hevur verið skaddur í eina tíð, og tað sama er galdandi fyri Sorin Anghel. Rumenski framherjin var tó við frá byrjan móti GÍ, men hann noyddist av aftur vøllinum, longu tá ið ein hálvur tími var leiktur. Ivasamt er, um Sorin og Marni verða tøkir til dystin móti oddaliðnum sunnudagin.
Tá ið liðini hittust á Eiði fyrr í ár, var talan um ein ógvuliga slakan dyst, ið endaði við einum málleysum javnleiki, men tað er ógvuliga sjáldsamt, at Skála spælir málleysar dystir.