Skála setti meistararnar uppá pláss

KÍ styrkti um oddasessin við 7-0 sigri á heimavølli ímóti TB

KÍ styrkti seinnapartin um sína støðu sum topplið í bestu fótbóltsdeildini.

Á heimavølli vunnu klaksvíkingar 7-0 ímóti TB, sum hevði heilt lítið at bjóða uppá. Trý av málunum vórðu skorað við brotsspørkum. 

Klaksvíkingar hava altíð serliga vakið eyga við HB, og tí kendist hesin seinnaparturin serliga søtur hjá KÍ, tá ið HB á heimavøllinum í Gundadali tapti 2-0 ímóti Skála.

Tað hevur gingið væl hjá Skála. Í dag var stór styrkisroynd hjá skálamonnum, tá ið teir vóru gestir hjá HB, og Skála stóð royndina. Skálamenn eru á veg til hús við 2-0 sigri.

Skálasigurin ber við sær, at Skála heldur tørn um næstfremsta plássið og er tvey stig aftanfyri KÍ.

HB hevur níggju stig og er átta stig og fjúrtan mál frá toppliðnum.

 

KÍ - TB 7-0 (4-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð br

2-0: Deni Pavlovic

3-0: Simen Sandmæl

4-0: Patrik Johannesen br

5-0: Jóannes Bjartalíð br

6-0: Boris Dosljak

7-0: Darius Lewis

HB - Skála 0-2 (0-1)

0-1: Ronni Møller Iversen

0-2: Jákup Johansen

752019517
Skála750211315
B3664027712
Víkingur6312111010
NSÍ63129810
HB723210109
TB72237158
EB/S6204986
AB61058153
ÍF60156161

Í morgin og týsdagin eru tríggir dystir

Mánadagin

EB/Streymur – ÍF kl. 19.00

Týsdagin

AB – Víkingur kl. 18.00

NSÍ – B36 kl. 19.00