Fótbóltur
Skálamenn nýtast ikki at hugsa meiri um altjóða uppgávur í ár. Hóskvøldið spældi Skála seinna dystin í UEFA Cup móti Start. Uppgerðin var í Kristiansand, og heimaliðið vann 3-0. Á Svangaskarði vann norska liðið 1-0, og harvið halda norðmenninir fram í kappingini við samlaða málmuninum 4-0.
Start var omaná alla tíðina, men tað restaði bara lítil løta av 1. hálvleiki, áðrenn teir fingu mál. Tá hevði Jónhard Frederiksberg havt góða skotroynd, sum málverjin vardi fyri.
Í 41. minutti skoraði Stefan Bärlin, eftir at Alex Valencia hevði lagt innfyri. Síðstu løtuna undan steðginum royndi Skála at trýsta, men teir fingu einki burturúr.
Í 2. hálvleiki var frítíðarsnitt yvir dystinum í góða norska summarveðrinum. Í 50. minutti varð Todi Jónsson, sum var á vøllinum alla tíðina, feldur. Bárður Danielsen sá gula kortið, og eftir frísparksinnleggið stýrdi vongverjin Steinar Pedersen við høvdinum bóltin í málið til 2-0.
Ein minutti eftir at hann var komin á vøllin staðfesti Ben Wright í 69. minutti 3-0 heimasigurin. Todi Jónsson spældi Ben Wright leysan, og hann setti bóltin undir Vlada Filipovic.
Start-Skála 3-0 (1-0)
1-0: Stefan Bärlin, 41.
2-0: Steinar Pedersen, 50.
3-0: Ben Wright, 69.