Fótbóltur
Skála hevði at kalla ongar trupulleikar, tá teir vitjaðu í Vági týskvøldið. Serliga fyri steðgin var yvirvágin sjónlig, tá skála hevði vindin undan. Skála søkti støðugt á málið hjá heimamonnunum, men tað var tó bert ta einu ferðina, at úrslit spurdist burturúr. Hetta tá Pauli G. Hansen vann bóltin av verjuspælara fyri síðani ósjálvsøkið at spæla boga Gregersen púrasta leysan.
Eftir steðgin høvdu gestirnir vindin ímóti, men tað vóru framvegis teir, sum stýrdu tí mesta. Hampuliga tíðliga komu teir eisini upp á 2-0, tá Bogi Gregersen enn einaferð stóð blankur hesa ferð eftir uppspæl frá Levi Hanssen og so var at kalla leyst og liðugt.
Hóast aftan fyri við tveimum málum, so vágaðu vágbingar ikki tað heilt stóra frameftir, men kortini eydnaðist tað tvær ferðir Skála at økja. Fyrst tá Debus Danielsen hálvkiksaði skot, sum Jónhard Frederiksberg tó fekk stýrt í málið, og aðru ferðina tá Johan Troest Davidsen stútaðið innlegg frá Jónhard í kassan.
Hugsa enn um strikuna
Hóast sigurin at kalla beindi alt niðurflytingartos burtur av Skála, so vildi tvífaldi málskjúttin í dystinum, Bogi Gregersen, ikki gera tær heilt stóru staðfestingarnar eftir dystin.
- Tað sær sjálvandi betri út, nú vit hava fingið eitt sindur av luft, men enn kann nógv henda. Í so máta verða teir báðir komandi dystirni móti B68 og ÍF rættiliga avgerandi. Vinna vit teir, so eru vit mest sum púrasta leysir, og tað hevur fyrst og fremst verið málsetningurin eftir steðgin.
Og byrja tit so eisini at líta longur upp eftir stigatalvuni.
- Tað veit eg ikki. Enn er munurin uppeftir dekan ov langur, og tá veldst jú eisini um, hvussu hini úrslitini laga seg. Men sjálvandi vóna vit, at tað verður støðan.