Malan Egholm,MPH
--------
Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, skrivar í Sosialinum 22. juli, at hon er hugstoytt av grein, sum stóð í Sosialinum 21. Juli. Her verður sipað til samrøðu blaðmaðurin hevði við undirritaðu um átak, sum Fólkaheilsuráðið stóð fyri á tónleikafestivalinum við Múrin.
Hvussu blaðmaðurin setir yvirskriftir, og hvussu hann skrivar, havi eg onga ávirkan á. At skúlarnir svíkja eru ikki míni orð, og at onki verður gjørt, sum tú sigur, kenni eg ikki aftur, hvørki í teksti ella talu. Eg veit fullvæl, at bæði heilsufrøðingar og lærarar gera eitt megnar arbeiði og røkja sínar skyldur, ongin ivi um tað. Og at tú brennir fyri teim ungu, og at tín leiklutur á økinum liggur ikki eftir.
Í samrøðuni við blaðmannin, endurtók eg tað, sum eg havi sagt fyrr, at seksualundirvísingi, við øllum sum hartil hoyrir, eigur at vera raðfest hægri og at fleiri tímar vera settir til hetta so týdningarmikla evni. Soleiðis, at tit m.a. fáa betur stundir og viðurskifti at røkja uppgávurnar, til at fyrireika, til at undirvísa, til at menna tykkum, o.s.fr. Skúla- og Heilsumynduleikar eiga at geva tykkum tíðarhóskandi rammur at arbeiða í.
Viðmerkjast skal , at øll norðanlond, uttan Føroyar, hava orðaðan politikk á økinum. Eisini eru heilsufrøðingar á flestu miðnámsskúlunum í norðanlondum.
Vónandi verður tú tann fyrsti heilsufrøðingurin á miðnámsskúla í Føroyum, Bjørghild.










