Skála og FC Suðuroy nærkast B68

Mest óvæntaða úrslitið í 16. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini, sum var á skránni, leygardagin, var, at B68 á heimavølli ikki megnaði at vinna úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Tá ið bæði Skála og FC Suðuroy samstundis vunnu rudduligar heimasigrar, bar tað við sær, at munurin millum tey trý liðini, sum kappast um at flyta upp, tódnaði.

Hjá toppliðnum HB var søgan tann sama, sum hon hevur verið tað mesta av árinum. HB vann 2-0 í Trongisvági. Í síðsta minuttinum undan steðginum setti Páll Holm Jacobsen hol á, og miðskeiðis í 2. Hálvleiki staðfesti Jákup Slættalíð HB sigurin, ið ber við sær, at tað nú eru sjey stig frá HB og aftur til B68.

 

 

Toftamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, og fyrstu løtuna gekk tað soleiðis, sum tey flestu ivaleyst mundu rokna við, at tað fór at gera. Hákup Edmundsson og Jóhannus Hansen løgdu B68 framum 2-0, men so svaraði KÍ aftur. Eli Simonsen, sum áður hevur spælt við B68, minkaði um munin miðskeiðis í 1. hálvleiki, og miðskeiðis í 2. hálvleiki svaraði KÍ orduliga aftur: unglingaspælararnir Tórur Justesen og Jákup Pauli Ziskason vendu 2-1 til 2-3, og Henry Heinesen økti um munin til 4-2, áðrenn B68 liðformaðurin Jóhan Dávur Højgaard fram ímóti dystarenda minkaði um munin, so úrslitið varð 3-4.

 

 

Á Fjarðastevnu á Skála hevði Skála vitjan av B71. Stevnuhýrurin varð ikki verri av, at heimaliðið vann 3-0. Eftir eitt korter setti Karstin Justesen hol á, og tíðliga í 2. hálvleiki ækti Edvin Jacobsen um munin, áðrenn Karstin Justesen staðfesti 3-0 sigurin, sum ber við sær, at Skála nú er á fimta plássi og framvegis trý stig frá bronsuplássinum, sum kann bera uppflyting við sær.

 

 

FC Suðuroy bjóðar framvegis av. Hesa ferð gekk tað striltið í 1. hálvleiki, tá ið tað bara var Salmundur Bech, sum skoraði ímóti EB/Streymi, ið er hótt av niðurflyting. Tepra leiðslan helt sær, inntil tað var minni enn ein hálvur tími skoraði, men so gekk skjótt: Jón Krosslá Poulsen og eitt sjálvmál bendu á heimasigur, og fram ímóti dystarenda staðfestu Teitur Tausen og Salmundur Bech rimmar 5-0 heimasigurin á Vágseiði.

 

B36 hevði leygarkvøldið vitjan av Víkingi, og enn eina ferð vóru ungu menninir í B36 sera sannførandi. 5-0 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið heldur væl og virðiliga tørn um bronsuplássið. Aftur hesa ferð skoraði Tóki á Lofti hattrikk. Tað ber við sær, at hann higartil hevur sikorað tólv mál í landskappingini, og at Tóki á Lofti nú er toppskjútti í 1. deild. Hini B36 málini skoraðu Rasmus Dan Sørensen, sum frammanundan hevði spælt í eina lítla løtu á besta liðnum, sum vann 3-1 á NSÍ, og hjálparvenjarin og veteranurin Milan Kuljic. Einasta Víkinga málið skoraði Gunnar Vatnhamar, tá ið hann minkaði um munin til 3-1

 

B68-KÍ 3-4 (2-1)

1-0: Hákun Edmundsson 7.

2-0: Jóhannus Hansen 18.

2-1: Eli Simonsen 22.

2-2: Tórur Justesen 56.

2-3: Jákup Pauli Ziskason 70.

2-4: Henry Heinesen 83.

3-4: Jóhan Dávur Højgaard br 86.

 

Skála-B71 3-0 (1-0)

1-0: Karstin Justesen 16.

2-0: Edvin Jacobsen 55.

3-0: Karstin Justesen 58.

 

B36-Víkingur 5-1 (3-1)

1-0: Tóki á Lofti 16.

2-0: Rasmus Dan Sørensen 47.

3-0: Tóki á Lofti 51.

3-1: Gunnar Vatnhamar 55.

4-1: Tóki á Lofti 78.

5-1: Milan Kuljic 90.+2.

 

TB-HB 0-2 (0-1)

0-1: Páll Holm Jacobsen 45.

0-2: Jákup Slættalíð 63.

 

FC Suðuroy-EB/Streymur 5-0 (1-0)

1-0: Salmundur Bech 29.

2-0: Jón Krosslá Poulsen 62.

3-0: sjálvmál 79.

4-0: Teitur Tausen 87.

5-0: Salmundur Bech 89.

 

Støðan eftir 16 umfør

HB 36

B68 29

B36 27

KÍ 26

Skála 24

FC Suðuroy 23

Víkingur 22

B71 14

EB/Streymur 13

TB 13

 

17. umfar

Leygardagin 29. juni

EB/Streymur-B68

HB-B71

TB-KÍ

FC Suðuroy-B36

Skála-Víkingur