Skála og Eiði eins stórar

Manntal: Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum økt við sløkum 200 fólkum. Við ársskiftið var talið 48.378, men fyri einum ári síðani var tað 48.190, vísir eitt yvirlit um manntalið her á landi.

Yvirlitið vísir eisini, hvussu fólkatalið er broytt í øllum bygdum í 2004. Og her sæst, at fólkatalið í tveimum av størri bygdunum í Eysturoynni í dag er javnt stórt.
Fyri einum ári síðani búðu 711 fólk á Skála og 718 á Eiði, men við flytingum innanlands og til útlandið er fólkatalið í báðum bygdunum nú 717.
Annars vísir yvirlitið, at fólkatalið í einari av teimum smærru kommununum, Mykinesi er fólkatalið økt við einum, og er farið upp í 20.