Skála og B36 leita eftir sigrinum

Arbeiðið og góður hugburður skal til, um tað skal enda við sigri, eru teir í B36 og á Skála samdir um

Hóast B36 bara hevur tapt einaferð, og Skála hevur tapt tvær ferðir í sjey teimum fyrstu umførunum, so eru hvørki teir í B36 ella teir á Skála nøgdir við úrtøkuna higartil. Bæði liðini hava verið partar av fimm javnleikum.

 

Tvey mál í sjey dystum er staðfesting av, at tað hevur verið lítil broddur í hjá skálamonnum:

-Í Runavík vóru vit leingi á odda, og tá var tað óheppið, at vit síðstu tríggjar minuttirnar ikki megnaðu at halda tørn. Vit vóru væl nøgdir við avrikið, og vit høvdu heilt góðar møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn teir javnaðu. Tað gevur mót um, at tað er møguleiki seinnapartin ímóti B36, sum vit fyrr hava staðið okkum væl ímóti á heimavølli. Fyritreytin er góður hugburður og hart arbeiði, og tað kenna vit okkum at hava í okkum, sigur Skála máverjin Andras Gango.

Skála hevur spælt tveir heimadystir, og úrslitið hevur í báðum førum verið málleysur javnleikur – ímóti HB og ÍF.

 

Í B36 vóru teir vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at skora mál ímóti EB/Streymi við Margáir næstsíðsta leygardag.

-Hóast marginalirnir ikki hava verið við okkum, so er fjarstøðan upp á toppin ikki meiri enn fimm stig, so vit hava framvegis møguleika at vera við har, sum tað er hugaligt at kappast, og eg rokni við, at tað fer at gleppa, tí hugburðurin er góður, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Tað er møguleiki fyri at onkrir av lyklaspælarunum, sum hava verið skaddir í fleiri vikur, nú fara at verða tøkir aftur.