Skála-NSÍ framskundaður til leygardagin

Veðurforsøgnin fyri sunnudagin er heldur ivasom. Tí verður spælt leygardagin klokkan 17

Skála Ítróttarfelag boðar í kvøld frá, at heimadystirnir hjá bæði Betrideildarliðnum hjá monnum og 1. deildarliðnum verða framskundaðir.

 

 

Skála boðar frá hesum á facebook í kvøld: - 

Av tí at veðurforsøgnin fyri sunnudagin er heldur ivasom, hava feløgini avtalað at framskunda Betri dystin í vikuskiftinum.

 

Dysturin millum SKÁLA og NSÍ verður sostatt leiktur leygardagin klokkan 17.

 

Hetta merkir eisini at 1.deildardysturin millum SKÁLA og EB/Streym verður framskundaður til klokkan 11.

Sostatt sær dystarskráin fyri heimadystir hjá Skála soleiðis út í vikuskiftinum:

 

 


Leygardagin klokkan 11 - 1.deild Skála og EB/Streymur
Leygardagin klokkan 13 - Dreingir U15 Skála og Suðringar
Leygardagin klokkan 17 - BETRI Menn Skála og NSÍ