Skála á netinum

Tað eru nýggjar tíðir á Skála. Somikið nýggjar, at felagið ikki í fullan mun hevur megnað at fylgt við øllum tí, sum hoyrir einum oddaliði til, men í vikuni varð so enn eitt stig tikið rætta vegin.
Sum seinasta føroyska fyrstudeildarfelagið í fótbólti hevur Skála nevnliga eisini fingið sína egnu heimasíðu, og sum støðan er í løtuni, so er einki at ivast í, at hendan fer at verða væl vitjað.
Síðan er at finna á slóðini, www.skalaif.fo, og sum vanligt er á slíkum heimasíðum, so ber til at finna fram ymisk evni, sum hava við felagið at gera. Ennn er síðani ikki heilt liðug, men á Skála siga tey, at fleiri upplýsingar verða lagdar út í nærmastu framtíð.