Kommunusamanlegging
Tað er nú greitt, at tað verður arbeitt víðari við ætlanini at leggja Runavíkar- og Skála kommunu saman.
Tað gjørdust greitt eftir bygdaráðsfundir á Skála fríggjakvøldið og mánakvøldið.
Bygdaráðið á Skála hevur annars verið eitt sindur ivingarsamt um samanlegging.
?Hetta er ein stór avgerð at taka. Skulu vit leggja saman við Runavík, verður tað talan um, at ein lítil kommuna skal leggja saman við eini stórari kommunu. Og spurningurin, vit hava sett okkum, er, hvussu vit koma at síggjast aftur í tí stóru heildini, ella um vit fara at hvørva, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála.
Men hann sigur, at eftir fundirnar fríggjakvøldið og mánakvøldið, er bygdaráðið komið til tað niðurstøðu, at tað er rættast at arbeiða víðari við samanleggingini.
Sostatt verður borgarafundur á Skála 1. oktober um samanlegging við Runavík og umleið 8. oktober verður fólkaatkvøða.
Dagurin fyri fólkaatkvøðuna er ikki heilt greiður enn, men tað verður umleið 8. oktober.
Nøkunlunda samstundis verða eisini borgarafundir og fólkaatkvøða í Runavík.
Ætlanin er, at bygdirnar báðar skulu verða ein kommuna frá 1. januar 2005 at rokna, tvs eftir kommunuvalið í 2004.
Fyrimunur
Kári Johannesen sigur, at hann væntar, at ein samanlegging verður ein fyrimunur fyri Skála.
? Vit hava útbyggingar, sum vit ætla okkum í holt við og tað vera vit betri før fyri, um vit eru í einari stórari kommunu. Vit vera eisini betri før fyri at bjóða okkum fram úteftir, um vit eru í eini
Hann vísir eisini á, at tá ið kommunurnar eru samanlagdar, ráða tær yvir at kalla øllum Skálafjørðinum og tað gevur teimum heilt aðrar møguleikar at leggja virksemi og útbyggingar til rættis, so at tað tænir øllum økinum og sostatt eisini Skála bygd.
Tað er eitt nú onki at ivast í, at vit vera betri før fyri at bjóða okkum fram til ymisk endamál, um vit eru í eini stórari eind, heldur enn í tveimum minni eindum.