Skála mundi arga aftur

GÍ-Skála 2-1 (0-0):
GÍ vann ein tepran sigur, tá Skála vitjaði, men við eitt sindur av hepni kundu gestirnir væl fingið í øllum førum annað stigið við heimaftur

Fótbóltur

Hvørja ferð Skála fer á vøllin í ár, hava teir møguleika at seta nýtt innanhýsis met. Skála hevur nevnliga ongan tíð áður átt umboð í bestu deildini, og tí hava teir sjálvandi heldur ikki fingið stig í bestu deildini áður.
Í øðrum umfari skelkaðu teir meistararnar úr B36, tá hesir bert fingu annað stigið við sær av Skála, og 2. hvítusunnudag vitjaðu teir so hjá silvurvinnarunum í fjør, GÍ.

Stokkut hjá Súna
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum vóru tað eisini favorittarnir á heimaliðnum, sum slerdu tónan an. Gøtumenn royndu at leggja trýst á liðið hjá Skála, men geistirnir vóru fyri tað mesta væl skipaðir, soleiðis at eingir málmøguleikar av týdningi íkomu.
Tað var eisini hampuliga skjótt, at trýstið frá gøtumonnunum dovnaði, og hetta tóktist eisini at hóva gestunum væl. Spakuliga royndu teir at flyta spælið longur niðan á mótstøðuhálvuna, og í einstøkum førum spurdust eisini málmøguleikar burturúr. Hin besta átti Kári Nielsen helst, tá hann breyt ígjøgnum í síðuni, men vinkulin gjørdist ov spískur, og Hallur Hansen fekk beint atsóknina út til hornaspark.
Annars hevði GÍ hesa ferð Súna Olsen á liðnum, eftir at hann er komin aftur úr yrkistilveruni í Hollandi. Hesa ferð gjørdist leiklutirin hjá honum tó heldur stokkutur. Fyrst fekk hann ein snudd í lærið, og tá hann nakað seinni brast saman við mótstøðumann noyddist hann av vøllinum at verða seymaður yvir eyganum.

Dánjal mundi avgjørt
Sum hálvleikurin leið, so var Skála kanska liðið, sum hevði betra spælið. Í øllum førum royndu teir at spæla sítt spæl, meðan lítið og einki tóktist ganga eftir vild hjá gøtumonnunum.
Tí var tað alt annað enn óuppiborið, tá Skála stutt eftir steðgin legði seg á odda. Uppspæl úr verjuni endaði í høgra borði, har Alexandur Johansen var staddur. Hann sendi innfyri, og har eydnaðist Dánjali Hansen at troka seg fram um GÍ verjuna, og við fótinum beindi hann bóltin í málhornið, uttan at Hallur hevði nakran møguleika at verja fyri.
Málið fekk nakað av ferð á gøtumenninar, men tað var kortini um reppið, at Dánjal Hansen avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Skála. Stutt eftir málið var hann enn einaferð fyrstur á einum innleggi, men hesa ferð brast bólturin upp undir tvørtræið og niður á málstrikuna, og so kundu gøtumenn rudda vandan burtur.

Tað hóvaði sjálvandi gøtumonnum sera illa, at nýggja liðið í deildini soleiðis skuldi arga. Ikki minst mundi tað kennast tungt hjá Sámali Joensen, sum dagliga starvast á Skála, men tjúgu minuttir fyri leiklok var hann maðurin, sum brádliga sendi GÍ á sigurskós.
Eftir at teir í eina góðu løtu høvdu lagt trýst oman móti Skála-málinum, hevði GÍ enn einaferð vunnið sær hornaspark. Hesa ferð var Sámal hægstur, og hann stútaði bóltin upp í málhornið.
Málið setti enn meira ferð á GÍ, og smaár fimm minuttir eftir at teir høvdu javnað, lá bólturin aftur í Skála málinum. Hesa ferð var talan um sjálvmál, men Bent Durhuus hevði lítið annað at gera, tá bólturin var sendur hart innfyri. Sámal Joensen stóð púra leysur aftan fyri verjuleikaran, men tá hannskuldi beina bóltin burtur, var Bent somikið óheppin, at hann stútaði hann í egið mál.

Fara at arga
Hetta gjørdist eisini avgerandi málið í dystinum, og tað var ikki sørt, at uppflytararnir iðraðu seg eftir dystin. Í øllum førum hildu teir seg hava uppiborið annað stigið, og var skotið hjá Dánjali á træverkið bara ein sentimetur neyvari, kundi talan eins væl verið um trý stig.
Samanumtikið var alt hetta tó akkurát ov lítið hjá Skála, men tað er tó einki at ivast í, at teir fara at arga fleiri av hinum liðunum í deildini. Næsti møguleikin verður stevnudysturin móti VB, og við hópin av heimaáskoðarum til tann dystin, er einki at ivast í, at Skála menn enn eina ferð fara at seta nøsina upp eftir stigum.
Gøtumenn harafturímóti kundu fegnast um, at drúgvu royndir teirra enn einaferð høvdu tryggjað teimum trý stig. Teir munnu tó vera fullvæl vitandi um, at teir skulu finna spæl fram, um nakar hugsingur skal vera um stig, tá teir komandi vikuskifti vitja oddaliðið í Gundadali. Til ta tíð vóna teir eisini, at Magni Jarnskor, Súni Fríði Johannesen og Krzysotf Popczynski er komnir í betri venjingarstøðu, soleiðis at meira bit verður í álopspartinum á liðnum.

Dysturin í tølum
GÍ-Skála 2-1 (0-0)
0-1: Dánjal Hansen, 57.
1-1: Sámal Joensen, 70.
2-1: Sjálvmál, 75.

Dómari: Suni Johannesen

GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen, Áslakur R. Petersen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Súni Olsen, Zdzislaw Janek ? Krzystof Popczynski, Súni Fríði Johannesen

Skála: Eugen Voda ? Ronni Hansen, Rúni Rasmussen , Áki L. Petersen, Bent Durhuus ? Marius Joensen, Kári Nielsen, Pauli Hansen, Arnold Berg - Alexandur Johansen, Dánjal Hansen