Tað hevur higartil gingið sum eftir ánni hjá Skála. Ein av orsøkunum hevur verið søgd at vera, at miðverjan hevur verið so stinn.
Har hava Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen verið fastir menn.
Nú er tað greitt, at hvørki annar ella hin verður við, tá ið Skála sunnudagin fær vitjan av grannunum í Víkingi.
Jákup Jakobsen sá gula kortið fyri fjórðu ferð í 2-0 sigrinum sunnudagin í Gundadali ímóti HB. Tí er hann leikbannaður.
Alt síðani Fróði Benjaminsen stutt undan kappingarbyrjan fór at venja aftur, hevur tað verið greitt, at hann fór at vera burturstaddur hetta vikuskiftið.
Tí er tað neyðugt hjá Eyðuni Klakstein at finna nýggjar miðverjar.
Ein møguleiki er Teitur R. Joensen, sum fyri tað mesta hevur verið vongverji í vinstru, men sum hevur nógvar royndir í miðverjuni.
Ein annar møguleiki er Petur Pauli Mikkelsen, sum fyri stuttum er komin aftur av flatlondum, har hann hevur verið undir útbúgving. Áðrenn hann fór niður, átti hann fast pláss í miðverjuni, og stuttu tíðina, hann aftur hevur verið á Skála hevur hann víst, at hann framvegis hevur støði at spæla í bestu deildini.