- Komandi umførini hava vit dystir ímóti AB og Suðringum, og tá mugu vit sláa til. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein sum sá sínar menn tapa 0-2 á heimavølli ímóti B36 í dag.
Skála liggur aftast í Betri Deildini við ongum stigi, og Eyðun Klakstein staðfestir, at tað hevur verið ein torfør byrjan ímóti FM-vinnarunum tey seinastu fýra árini, Vikingi og B36.
Eyðun Klakstein ásannar, at Skála ikki dugdi nóg væl at koma sær í støðurnar sum geva mál, og tað má arbeiðast við teir komandi 16 dagarnar til liðið fer at vitja AB úti í Vika á Argjum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Eyðun Klakstein í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER