Nú verður upplýst, at 13 fólk eru deyð, og í minsta lagi 50 eru særd í álopinum á ein lærdan skúla í býnum Krech á Krim-hálvoynni, og russisku myndugleikarnir meta framvegis, at talan er um yvirgangsálop.
Sambært tíðindastovuni AP hevur skúlaleiðarin, Olga Grebennikova, sagt, at vápnaðir menn komu inn í skúlabygningin og byrjaðu at skjóta eftir næmingum og lærarum.
Russiska tíðindastovan Pravda endurgevur skúlanæmingin, Semyon Gavrilov, sum sigur, at hann var sovnaður undir einum fyrilestri og vaknaði við ljóði frá skotum, og hann sá eisini ein ungan mann við riflu.
- Eg læsti hurðina og vónaði, at maðurin við rifluni hoyrdi meg ikki, leggur skúlanæmingurin, sum yvirlivdi álopið, aftrat.
Sambært russiskum miðlum eru flestu, sum hava latið lív og annars eru særd í álopinum, ungfólk, og sambært Independent er talan um tveir menn, sum framdu óhugnaligu brotsgerðina.
Ymiskir miðlar endurgeva russiska talsmannin, Sergei Melikov, fyri at siga, at hin eini brotsmaðurin er ein 22 ára gamal næmingur í skúlanum, sum tók lívið av sær eftir álopið.
Ein russiskur tíðindamaður sigur við Independent, at hin álopsmaðurin flýddi úr skúlaumhvørvinum eftir álopið.
Sambært Sergei Melikov, talsmanni, stóðst spreingingin av einari heimagjørdari bumbu, gjørd úr metalpettum, og bumban brast í kantinuni í skúlanum.