Skála livir í vónini

Fótbóltslagið á Skála er gott í kvøld. Skála hevur vunnið heimadystin ímóti KÍ 1-0. Einsamalla málið skoraði Bogi Gregersen, tá ið ein lítil løta restaði av 1. hálvleiki.

Harvið er Skála komið upp á síðuna av B71. Bæði liðini hava 18 stig. Annan sunnudag hittast B71 og Skála á Sandi.

Hjá KÍ stendur illa til. Tapið á Skála í kvøld ber við sær, at KÍ rættuliga er í vanda fyri at flyta niður.

Annan sunnudag skal KÍ spæla i Gundadali ímóti B36. Vikuna eftir fer KÍ at fáa vitjan av B71. Tað kann fara at vísa seg at gerast sera avgerandi uppgerð um, hvørji skulu flyta niður í næstbestu deildina.

Síðstu løtuna í kvøld royndi KÍ at oysa høgar bóltar í brotsteigin, har Rógvi Jacobsen og Ove Nysted áttu at verið stinnir í luftini.

Men teir vóru ikki stinnari enn so, enn at Arnhold Berg, Poul N. Poulsen og málverjin Predrag Markovic saman við øllum hinum skálamonnunum megnaðu at halda tætt og harvið at vinna tey trý stigini, sum kunnu fara at vísa seg at verða avgerandi fyri, um tað aftur næsta ár skal verða sunnudagsfótbóltur á Skála.