Fótbóltur
Leikliga er hampuliga skjótt at gera status yvir dystin á Skála í gjár. Botnuppgerð stóð á skránni, og sum so endurspeglaðist hetta eisini aftur í spælinum, sum sjáldan var nakað at rópa hart hurrá fyri.
Men í neyðini var tað Skála, sum dugdi nógv best at tackla trýstið, sum fylgir við slíkari uppgerð. Sæð burtur frá fyrstu tíggju minuttunum, tá KÍ royndi seg við skilagóðum spæli, har Allan Joensen var snúningspunktið á miðvøllinum, var tað Skála, sum hevði takið á dystinum. Fyrst og fremst tí teir bæði tordu og vildu munandi meira, meðan klaksvíkingarnir mest av øllum tóktust óttast eina fiasko.
Eftir fyrstu nervakendu løtuna, har KÍ við skjótum spæli trýsti Skála aftur á vøllin, byrjaði Skála spakuliga at svara aftur. Denturin varð fyri tað nógva lagdur á at spæla upp á miðvøllin, sum síðani spældi bóltin í føturnar á áleyparunum, og onkra tíð gav tað vandamiklar støður við sær.
Avgerandi málið var eisini eitt úrslit av hesum. Bólturin varð stungin út í vinstru til Jónhard Frederiksberg. Verjuspælið var ikki sannførandi, tá Jónhard snaraði tveir verjuspælarar av sær, áðrenn hann sendi flatt inn í fimm-meturin, har Bogi Gregersen kundi beina bóltin innum.
Og so hevði Skála av álvara fingið neyðuga friðin í spælið.
Hildu høvdið kalt
Har hendi kanska ikki tað heilt stóra, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. Men eftir steðgin tóktist Skála framvegis sita á øllum. Og tað vóru tað tvær høvuðsorsøkir til.
Fyrst og fremst, so vísti Skála sálarliga styrki við støðugt at halda fast um sítt útgangsstøði. Teir fóru kanska ikki ov langt fram á vøllin, men teir duttu heldur ikki afutr, og tí komu teir ongan tíð undir nakað sjálvskapt trýst.
Og hin vegin megnaði KÍ í alt ov lítlan mun at umskipa spælið. Tá spælið hekk somikið illa saman, sum tað gjørdi mánakvøldið, so eru hyggjuráðini heldur at brúka Rógva Jacobsen sum Target man. Ein leiklutur, sum Rógvi at kalla er meistari í.
Men heldur ikki tað varð gjørt. Heldur varð sparkað ætlunarleyst niðan eftir vøllinum, og tað gav KÍ-álopinum sera truplar arbeiðsumstøður.
Eina einstaku ferð varð um reppið, at Rodrigo slapp leysur – eftir at Rógvi við langari sending varð nýttur sum millumstøð – men Arnhold Berg valdi at sópa beinini á áleyparanum burtur, beint áðrenn hesin dróg inn í brotsteigin.
Heldur kundi Skála í trimum førum økt um leiðsluna. Men bæði Alexandur Johansen og Bogi Gregersen skutu upp um í góðari støðu, og Jákup Mikkelsen stórbjargaði, eftir at Pætur Dam Jacobsen hevði trýst og tacklað seg ígjøgnum verjuna.
Trýst á KÍ
Alt hetta var tó gloymt, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Ovurfegnir kundu Skála-menninir staðfesta, at teir enn halda lív í vónini um Formula-bólt í 2009. Munurin upp til bjarging er nú bara trý stig, og tí er avgerðin at kalla hjá Skála.
Næsta umfarið skal Skála nevnliga til Sands, og har kann roknast við, at annað av liðunum vinnur seg upp á 21 stig. Tað er tað sama, sum KÍ hevur í løtuni. Klaksvíkingar skulu tá í Gundadal at spæla móti B36, og á pappírinum er talan tí skjótt um akutta kreppustøðu í Klaksvík.