Skála leigar Edmundsson

Skála hevur í dag leigað Hákun Edmundsson frá Vendsyssel. Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin hevur verið settur í samband við millum annað HB og 07 Vestur, men nú er greitt at hann spælir við Skála komandi kappingarár.

 

- Tað er týdningarmikið fyri ungar spælarar, at teir fáa spælitíð fyri at menna seg sum spælarar. Tí hava vit valt at útleiga Hákun Edmundsson. Hann hevur brúk fyri at spæla regluliga. Tað vænta vit, at hann ger við at skifta til føroyskan fótbólt, sigur Erik Rasmussen, venjari hjá Vendsyssel í tíðindaskrivi.

 

20 ára gamli Hákun Edmundsson er uppvaksin í B68, og hevur eisini spælt við NSÍ. Hann hevur eisini verið partur av U21 landsliðnum. Hann hevur seinastu tíðina spæla við Vendysssel, men tað hevur verið soltið við spælitíð.

 

Skála spælir sunnudagin móti KÍ í Klaksvík.