Skála hongur í klønum tráði

Arnbjørn Hansen skoraði beinanvegin, tá ið EB/Streymur við sigri í grannauppgerðini á Skála lyfti seg longri frá botninum

Tað sær alt annað enn gott út á Skála. Í góðveðrinum í kvøld legði Skála rygg til 3-1 tap í grannauppgerðini ímóti EB/Streymi undir Mýruhjalla.

Úrslitið ber við sær, at Skála framvegis hevur eitt stig, og nú er brekkan sera brøtt hjá skálamonnum. Tað eru fýra stig fram til AB, sum er næstaftast.

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 10 stig og av álvara hevur lyft seg úr botninum.

Arnbjørn Hansen var í kvøld millum teir fyrstu ellivu, og hann legði gestirnar framum longu í fimta minutti. Hetta var fyrsta málið hjá roynda málrevinum í hesum kappingarárinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki birtist vónin av nýggjum hjá Skála. Poul Kallsberg javnaði til 1-1 við fínum frísparki, og tíggju minuttir seinni varð Arnbjørn Hansen útskiftur.

Í staðin fyri Arnbjørn Hansen kom Gutti Dahl-Olsen á vøllin, og tað var hann, sum tíggju minuttir eftir steðgin legði EB/Streym framum 2-1 eftir eitt sindur av aftur og fram.

Skála spenti álopsnogan, og tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá EB/Streymi. Bárður Olsen, sum í dag skifti úr B36 og aftur til barndómsfelagið, varð skiftur inn og royndi at fáa frið á spælið hjá gestunum. Hann royndi seg við frísparki úr góðari støðu, men bólturin fór omanfyri málið.’

Í síðstu løtu staðfesti Tóki Johannesen 3-1 sigurin. Skála spenti álopsbogan í botn, og hann brast. Gutti Dahl-Olsen og Ragnar B. Danielsen vóru einsamallir við einum verjuspælara og Tóka Johannesen, sum fekk bóltin serveraðan á silvurfati í vinstru og takkaði fyri við at leggja hann í handara síðunetið.

 

Skála – EB/Streymur 1-3 (1-1)

0-1: Arnbjørn Hansen 22.

1-1: Poul Kallsberg 25.

1-2: Gutti Dahl-Olsen 54.

1-3: Tóki Johannesen 96.

Dómari: Bjarki Danielsen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Kristian Martin Jakobsen, Teitur R. Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Hjalti Strømsten (Niels Pauli Danielsen, 75.) – Ronni Møller-Iversen (Aksel B. Danielsen, 62.), Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard, Andreas Egeberg Jacobsen – Poul Kallsberg (Dávid Johansen, 82.), Jan Ingason Hansen

Gult kort: Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen

Venjari: Bill Jacobsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Tóki Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Gestur B. Dam, Símun Sólheim (Bárður Olsen, 64.), Niklas Kruse (Teitur D. Olsen, 77.) – Arnbjørn Hansen (Gutti Dahl-Olsen, 35.)

Gult kort: Niklas Kruse

Venjari: Jákup Martin Joensen