Fótbóltslagið er heilt øðrvísi á vestara armi á Skálafjørðinum, enn tað er í Vágum.
Meðan 07 Vestur framvegis bara hevur stigið, sum varð vunnið í 1-1 javnleikinum í fyrsta umfari á útivølli ímóti AB, so eru fjúrtan stig í posanum hjá Skála. Tað ber við sær, at tað bara eru trý stig fram til Víking, ið er á fimta plássi.
Higartil í ár hevur Brian Jakobsen verið sjálvskrivaður fremsti maður hjá Skála. Hann er ikki við í dag, tí hann er leikbannaður. Harvið er neyðugt at finna nýggjan álopsspælara. Tað er ikki púra upplagt, hvør tað verður. Tá ið Brian Jakobsen fór av vøllinum eitt korter undan leikloki í 2-0 heimasigrinum ímóti Suðringum, varð Jannik Olsen settur í fremsta plássið.
-Vit eru nøgdir við úrtøkuna. Avbjóðingin í dag er at hava fokus á rætta stað og vísa hugburðin, sum skal til, um vit skulu vinna fulla úrtøku. Tølini siga, at vit bara hava vunnið einaferð á útivølli (2-0 á Argjum), vísir Skála venjarin Eyðun Klakstein á.
Brian Jakobsen er leikbannaður, Teitur R. Joensen er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Ahmed Mujdragic er førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í knænum.
Hjá 07 Vestur hevur fótbóltslagið onkuntíð verið betri. Martin Tausen er skaddur, Jón Krosslá Poulsen er givin, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við Ken Fagerberg..
Tá ið 07 Vestur fyri trimum vikum síðani var á Skála, var talan um javna uppgerð, sum Skála vann 2-1.