Skála hevur koyrt venjaran

Hóast Skála hevur tikið mest sum øll á bóli við sínum leikluti í oddastríðnum í 2. deild, so er venjari felagsins nú sagdur úr starvi

 

Uppsøgn


Á fundi hjá starvsnevndini hjá Skála Ítróttarfelag gjørdu starvsnevndin og leikararnir á aðrudeildarliðnum í felag av, at Eugen Voda, sum í ár hevur vant liðið, skal sigast úr hesum sessi, nú bert tvey umfør eru eftir av kappingarárinum.


Neyðugt stig

Á Skála ásanna tey, at tað kann tykjast eitt sindur løgið, at venjarin soleiðis verður sagdur frá, tá liðið annars hevur staðið seg nógv betri, enn tey flestu høvdu roknað við undan kappingini.

Sagt verður um hetta, at tað serliga er gongdin í seinnu kappingarhálvu, sum hevur givið til kennar, at samstarvstrupulleikar hava verið ímillum leikarar og venjara, og at hetta eisini hevur verið sjónligt á vøllinum.

Tapið fyri Sumba á heimavølli var hin væl kendi dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og eftir at hava tosað aftur og fram um málið sunnukvøldið, gjørdu starvsnevndin og leikararnir so av at taka hetta stigið.

Sagt verður annars, at hetta so avgjørt ikki var nøkur løtt avgerð at taka. Bæði tí Eugen í nógvar mátar hevur verið eitt sera stórt aktiv fyri felagið, men eisini tí liðið hevur staðið seg somikið væl.

Upprunaliga var ætlanin annars, at liðið skuldi stabilisera seg í ovaru hálvu í deildini, men eftir at liðið tíðliga í kappingini fór í útbrot, varð miðið sett nakað hægri.

Enn hevur Skála eisini møguleika at røkka oddasessinum, ella einum øðrum plássi við rætti til upp- og niðurflytingardystir. Komandi dysturin verður í Fuglafirði móti ÍF, og tað var ikki minst við hesum dystinum í huga, at gjørt varð av, at okkurt skuldi henda her og nú.