Skála hevur gjørt kubbið

Mikukvøldið var greitt, at Pætur Dam Jacobsen eisini í 2020 fer at umboða Skála, har hann seinastu árini hevur verið liðformaður

Tað er eingin loyna, at fleiri feløg hava dyrgt eftir Pætur Dam Jacobsen, sum seinastu árini hevur verið liðformaður og miðvallarálit á Skála.

ÍF var eftir honum fyrr í vetur, og síðani hava teir í NSÍ arbeitt nógv fyri at fáa Pætur at flyta av vestara og yvir á eystara arm á Skálafjørðinum.

Pætur Dam Jacobsen hevur seinastu vikurnar vant á Skála, og hann var á liðnum í venjingardysti á útivølli ímóti Víkingi í síðstu viku. Men tað var ikki fyrr enn mikukvøldið, at Skála og Pætur Dam Jacobsen skrivaðu undir sáttmálan.

 

Felagið skrivar soleiðis:
Tað hevur verið greitt nú í eina tíð, at Pætur fór at vera við aftur í ár, men partarnir hava brúkt nakrar dagar til at samskift um ymisk viðurskifti, bæði uppá stutt sigt og yvir longri tíð, hvussu man saman vil flyta felagið framá. Ongin ivi er um, at tað rennur orange blóð í æðrunum á Pæturi, og vit eru fegin og errin um at leinga samstarvið.

Tað er torført at yvirmeta hvønn týdning Pætur hevur haft fyri Skála ÍF og Betri hópin seinnu árini. Pætur leikti við Skála í teimum góðu árunum 2005-2008, áðrenn hann fór nøkur ár til EB/Streym. Í 2014 vendi hann aftur til Skála, har hann hevur leikt síðan.

Síðan 2017 hevur hann borið liðskiparabandið á besta liðnum, og harvið eisini í stóran mun borið liðið í viðgongd og mótgongd. Hann hevur bæði vegleitt og uppmuntra sínar viðleikarar, og sagt tey borgarligu orðini, ið skuldu sigast, tá tað var neyðugt.

Umframt innsatsin á vøllinum, hevur Pætur eisini verið høvuðsungdómsvenjari okkurt árið, og hevur eisini vant ymisk barnalið og skipa fyri meirvenjingum.

Fantastiskt at vit aftur í 2020, saman við Pætur, kunnu siga Koyr á Skála!!