Skála hevur funnið stevið

Skálamenn, sum hava vunnið tveir sigrar á rað, skulu seinnapartin spæla ímóti ÍF, ið ikki hevur vunnið á skálamonnum í ár

Úrslitini siga, at ÍF er eitt av mest óstøðugu liðunum. Úrtøkan er níggju sigrar og fýra javnleikir. ÍF hevur vunnið úrtøku ímóti øllum hinum liðunum uttan NSÍ. Seks av sigrunum eru vunnir ímóti teimum báðum liðunum, ið hava kós ímóti niðurflyting. Tað vil siga, at ÍF úrtøkan er full ímóti AB og B68.

ÍF skráin í trimum teimum síðstu umførunum er Skála, HB og KÍ. Meðan fuglfirðingar hava megnað fulla úrtøku ímóti bæði HB og KÍ, so er úrtøkan ímóti Skála higartil bara eitt stig (2-2 á heimavølli og 0-1 á Skála).

 

 

Fuglfirðingar vóru harmir, tá ið tað síðsta sunnudag kiksaði fram ímóti dystarenda í Trongisvági.

-Tað er nógv upp og niður hjá okkum. Vit vóna, at hugburðurin og avrikið í seinna hálvleiki í Trongisvági fer at síggjast aftur seinnapartin ímóti Skála, sum vit enn ikki hava vunnið ímóti, sigur ÍF venjarin Símun Eliasen.

Gunnar Christiansen og Poul Nolsøe Mikkelsen eru langtíðar skaddir. Clayton Soares og Aseshina Lawal vóru ikki við á Tvøroyri. Tað verður vónað, at teir vera førir fyri at spæla ídag.

 

 

Fyri fyrstu ferð hevur Skála seinastu vikurnar vunnið tvær ferðir á rað – 2-0 á Argjum og so 5-1 á heimavølli ímóti B68:

-Vit hava góðar vónir ímóti ÍF. Tá ið vit fyrru ferðina vóru í Fuglafirði endaði tað javnt, og tá spældu vit væl. Tí fara vit til Fuglafirðar við góðum treysti og stórum sjálvsáliti, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen, ið ikki stúrir fyri, at lítli matematiski møguleikin fyri niðurflyting skal verða til veruleika.

Brian Jacobsen er tøkur aftur eftir leikbann. Álvur F. Christiansen er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Pauli G. Hansen verður førur fyri at spæla. Hann hevur leingi verið darvaður av skaða i mjødnini.