Skála ger um seg í Sarpugerði

Ein hálvan tíma undan leikloki stendur tað á jøvnum millum Víking og Skála

Tað stendur nógv á heimamonnunum í Sarpugerði, har tað er grannauppgerð millum Víking og Skála.

Tá ið teir fóru at hvíla seg, var heimaliðið frammarlaga 1-0. Málið stútaði Finnur Justinussen ein góðan minutt undan steðginum. Tað var úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr vinstru frá Bergur Gregersen.

Tíðliga í seinna hálvleiki svaraði Skála aftur, tá ið Ronni Møller Iversen skoraði eitt flott mál.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki tykist tað sum um, at Víkingur spennur álopsbogan. At tað ikki eydnaðist at umseta risa málmøguleika til leiðslumál komst av, at Skála málverjin, Bárður á Reynatrøð, sum er leigaður úr Víkingi, stórbjargaði, tá ið Finnur Justinussen var í góðari støðu.

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Bogi Reinert-Petersen, Geza David Turi – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Poul Kallsberg – Andreas E. Jacobsen