Liðini hittust eisini hóskvøldið í Klaksvík og har megnaðu Skála kvinnur tað, sum ongin annar hevur megna. Nemmiliga at taka stig frá KÍ. Tann dysturin endaði 1-1 eftir at Rannvá B. Andreasen hevði lagt KÍ á odda. Góðar tíggju minuttir fyri tíð javnaði Ásgerð Káradóttir fyri Skála til endaliga úrslitið 1-1. Í gjár, sunnudagin, hittust liðini aftur, hesa ferð Skála. Hóast KÍ hevði bólt meiri, so eydnaðist tað ikki at finna nakað hol í Skála verjuni. Ikki fyrr enn í yvirtíðini í seinna hálvleiki, eydnaðist tað KÍ at fáa sigurs málið. Málskjútti var Rannvá B. Andreasen.
Argjakvinnur høvdu aldrin vunnið í Gøtu áðrenn dystin sunnudagin. Men Olga Kristina Hansen og hinar AB kvinnurnar vildu tað annarleiðis. Við einum 4-0 sigri vísti AB kvinnurnar, at tær ætla at trýsta KÍ til tað seinasta, hóast KÍ liggur greitt á odda.Olga Kristina skoraði trý av málinum, meðan málverjin hjá AB, Simona Heinesen, skoraði tað fjórða uppá brotsspark. AB er sjey stig aftanfyri KÍ, so tær hava brúk fyri hjálp frá hinum liðnum, samstundis sum tær skulu vinnar allar sínar dystir, um tær skulu gera sær nakrar vónir um at vinna FM í ár.
Við Margáir eydnaðist tað MB at tvífalda um stigatali hjá sær, tá tær leiktu javnt ímóti EB/Streymi. Margit Magnusdóttir legði MB á odda, meðan Íðunn Magnussen javnaði fyri sundalagskvinnur. MB hevur í ár havt eitt torført kappingar ár og hava bara fingið tvey stig .