Skúla FM í frælsum ítrótti

FÍF og ítróttaráðgevin á LMS skipa í felag fyri kapping um føroyameistaraheitið í Frælsum ítrótti fyr skúlar á Svangaskarið mánadagin 28 Mai. Fyrstu kappingar fara í gongd kl. 12.00 og tann seinasta ferð í gongd kl. 16.50.

Kappast verður í sprint (60, 80 ella 100 m), miðteina renning (600 ella 800 m), longdarlop og kúlustoyt. Tey yngru renna styttri og nýta lættari kúlur enn tey eldru. Kappingin er skipað soleiðis, at ein føroyameistari skal finnast innan hvørja grein í hvørjum árgangi (flokki) fyri ávikast gentur og dreingir. Sostatt skulu 80 føroyameistara finnast.

Tíggju skúlar hava melda næmingar til tiltakið við upp til 64 luttakandi. Samlaða talið av startandi er 248. Her er tó ikki tikið atlit til at onkur luttekur í fleiri greinum. Tó kann ongin einstakur íðkari luttaka í meir enn 4 greinum.

Kappingin er stuðla av Atlantic Airways og Tryggingarfelagnum Føroyar.