Skála fær jugoslaviskan styrk

Komandi kappingarár koma tríggir jugoslaviskir leikarar at styrkja um hópin hjá Skála, sum nú eisini telir rumenska Iulian Florescu

Fótbóltur

Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at staðfesta, at fyrsta árið hjá Skála í bestu fótbóltsdeildini var sera væl eydnað. Eftir at liðið fyrstu nógvu umførini var á niðasta plássinum, gjørdu teir ein ordans vørr seinastu umførini, soleiðis at teir ikki bara vunnið seg av botninum, men eisini somikið langt, at tað gjørdist EB/Streymur, sum mátti spæla um upp- og niðurflyting.

Nógv frágongd
Hetta hevur tó ikki fingið teir í Skála at halda, at nú stendur alt væl til. Frágongdin av fólki hevur nakað stór, og tá hópurin framman undan ikki var av teimum størstu, hevur leiðslan kannað eftir, hvussu hópurin kann styrkjast.
Av leikarum frá í fjør, sum ikki longur eru í felagnum kunnu nevnast teir báðir útlendingarnir, Gheorghe Callo og Alexandru Gabor, Dánjal Nielsen, Kári Nielsen, Áki Petersen og Rúni Rasmussen, og hartil tykist tað í løtuni vera sera ivasamt, hvørt Pauli Poulsen verður aftur at síggja á liðnum. Í øllum førum sum leikari.

Full kvota
Í royndunum at finna nýggjar leikarar hevur felagið havt samband við fyrrverandi VB-venjaran, Darko Kovasevic, og saman við Jóhan Nielsen er hesin nú komn fram til tríggjar leikarar, sum skulu styrkja um liðið. Og tað er greitt, at tað fyrst og fremst hevur verið verjuparturin, sum teir báðir hava hugsað um.
Talan er nevnliga um tveir miðverjuleikarar og ein verjukendan miðvallara, sum koma til landið úr Jugoslavia. Miðvallarin hevur undan hesum leikt við FK Obilic, sum fyri tveimum árum síðani spældi ímóti GÍ. Teir báðir miðverjarnir hava báðir leikt við felagi í næstbestu jugoslavisku deildini, og verða báðir lýstir sum kropsliga sterkir verjuleikarar, sum tó eisini hava teknikkin í lagi. Enn eru øll viðurskiftini við nýggju leikarunum ikki endaliga komin í rættlag, men væntandi verða seinastu pappírini avgreidd í komandi vikuni, soleiðis at nýggju menninir sum skjótast kunnu sleppa at venja saman við nýggju liðfeløgunum.
Umframt hesar tríggjar jugoslavarnar, hevur Skála framvegis rumenska Eugen Voda í málinum, soleiðis at útlendingakvotan hjá felagnum er nýtt til fulnar. Hartil hevur felagið í vetur eisini fingið tilgongd av rumenska Iulian Florescu, sum áður hevur leikt við B71 og B36. Iulian hevur verið somikið leingi í Føroyum, at hann ikki telur sum útlendingur í fótbóltshøpi. Og endaliga er avtala eisini gjørd við Sonna L. Petersen.