B36 hevur fult stigatal, men nú er tað Skála, sum er ovast á støðutalvuni.
Dysturin millum Víking og B36 varð avlýstur, tí tað var so nógvur vindur av landsynningi í Sarpugerði.
Í Fuglafirði bilaði tað ikki við vindi, og har vann Skála tryggan 3-0 sigur. Tað ber við sær, at Skála hevur 12 stig og betri málmun enn B36, sum framvegis hevur 12 stig.
Skálasigurin var tryggur ímóti ÍF, sum bara hevur eitt stig.
Málskjúttar í fyrra hálvleiki vóru Pætur Dam Jacobsen og Heðin Klakstein, og fram ímóti dystarenda skoraði Fróði Benjaminsen.
Adrian Justinussen legði meistararnar í HB framum 1-0, tá ið tað bara restaði ein lítil løta í Trongisvági. So spenti TB álopsbogan, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað TB at javna. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í málið. Miðverjin og liðformaðurin Poul Ingason átti innleggið.
Í Klaksvík løgdu Jóannes Bjartalíð og Jonn Johannesen KÍ framum 2-0 í fyrra hálvleiki. Stutt eftir steðgin varð Patrik Johannesen hjá KÍ útvístur. Men NSÍ tók ikki av møguleikanum at vinna seg aftur í dystin, tá ið gestirnir í Klaksvík vóru ellivu ímóti tíggju.
NSÍ var í góðum støðum, men klaksvíkingar vóru bragdligir, arbeiddu nógv og spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar.
Á Eiði vann EB/Streymur fyrsta stigið, og tað var ikki hissini úrslit, tí AB er á veg suður aftur við 5-1 tapi.
KÍ - NSÍ 2-0 (2-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Jonn Johannesen
ÍF - Skála 0-3 (0-2)
0-1: Pætur Dam Jacobsen
0-2: Heðin Klakstein
0-3: Fróði Benjaminsen
Víkingur - B36 avlýstur
TB - HB 1-1 (0-0)
0-1: Adrian Justinussen
1-1: Stefan Radosavljevic
EB/Streymur - AB 5-1 (2-1)
1-0: Arnbjørn Hansen
2-0: Steffan Løkin
2-1: Heri H. Mohr
3-1: Niklas Kruse
4-1: Arnbjørn Hansen
5-1: Magnus Jarnskor
Skála | 5 | 4 | 0 | 1 | 8 | 1 | 12 |
B36 | 4 | 4 | 0 | 0 | 7 | 3 | 12 |
KÍ | 5 | 3 | 2 | 0 | 9 | 5 | 11 |
TB | 5 | 2 | 2 | 1 | 6 | 6 | 8 |
NSÍ | 5 | 2 | 1 | 2 | 6 | 7 | 7 |
HB | 5 | 1 | 3 | 1 | 6 | 5 | 6 |
Víkingur | 4 | 1 | 1 | 2 | 8 | 9 | 4 |
AB | 4 | 1 | 0 | 3 | 4 | 6 | 3 |
ÍF | 5 | 0 | 1 | 4 | 5 | 13 | 1 |
EB/S | 4 | 0 | 0 | 4 | 1 | 4 | 0 |
6. umfar
Hósdagin 18. apríl - skírisdag
NSÍ - ÍF
Skála - EB/Streymur
HB - AB
B36 - KÍ
TB - Víkingur
---
EB/Streymur - AB kl. 16.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
00)
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Hólmanum á Eiði.
20) 0-0
Tað gongur javnt á. Kanska hevur AB havt leikliga yvirvág.
25) 1-0
1-0: Arnbjørn Hansen
Eftir horna úr vinstru og útfrá aftur leggur Petur Zachariasen innfyri úr høgru, og við handara stólpa smekkar Arnbjørn Hansen bóltin í málið.
34) 2-0
34: Steffan Løkin
Eftir langa sending snittar Arnbjørn Hansen bóltin til Steffan Løkin, sum eftir nakrar ferðir aftur og fram skorar.
36) 2-1
2-1: Heri H. Mohr
Meðan heimamenninir fegnast um 2-0 málið gera gestirnir skjótt av. Tað var Heri H. Mohr, sum sendi bóltin í málið hjá EB/Streymi.
HÁLVLEIKUR
2-1
50) 2-1
EB/Streymur hevur verið bragdligari fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin.
64) 3-1
3-1: Niklas Kruse
Eftir horna úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram er tað Niklas Kruse, sum úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum sendir bóltin í málið.
66) 4-1
4-1: Arnbjørn Hansen stútar bóltin í málið við handara stólpa og eftir innlegg úr vinstru.
82) 5-1
5-1: Magnus Jarnskor
Magnus sneiðir inn úr høgru, og av brotsteigarmarkinum smekkar hann til, og bólturin fer dygst inn við nærra stólpa.
LIÐUGT
5-1
----
KÍ - NSÍ kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Simonsen – Boris Dosljak, Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Magnus H. Olsen – Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen
02) 0-0
KÍ leggur nógv fyri fyrstu løtuna.
05) 0-0
Klæmint A. Olsen, liðformaðurin og toppskjúttin hjá NSÍ, er uttanfyri vøllin og fær viðgerð.
10) 0-0
Jóannes Bjartalíð leggur innfyri, og Patrik Johannesen roynir seg við stútara, men Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargar lættliga.
13) 0-0
Tað er eitt lot, sum NSÍ í fyrra hálvleiki hevur undan.
15) 0-0
B36 og Víkingafjepparar eru nú at síggja kring vøllin í Klaksvík.
18) 1-0
1-0: Jóannes Bjartalíð
Eftir fínt álop í høgru og innlegg, sum Boris Dolsjak eigur, er tað við nærra stólpa, at Jóannes Bjartalíð stýrir bóltin í málið
23) 1-0
Heimaliðið er leikliga omaná, og nú var um reppið, at tað eydnaðist at økja um leiðsluna. Boris Dosljak var í góðari støðu í høgru, tá ið hann smekkaði til, men verjan megnaði akkurát at takla.
28) 1-0
Tann maðurin, sum hevur mest at gera í Klaksvík í løtuni, er NSÍ málverjin Tórður Thomsen. KÍ er leikliga greitt omaná.
38) 2-0
2-0: Jonn Johannesen
Tað sá ikki serliga vandamikið, tá ið tað var lagt innfyri í NSÍ brotsteigin, har NSÍ málverjin og miðverjin tóktust hava tak á. Teir tøvdu so mikið, at Jonn Johannesen stakk seg ímillum og stútaði bóltin í málið, og nú er 2-0 til KÍ.
41) 2-0
So átti NSÍ góðan møguleika. Jann Martin Mortensen er í góðari støðu, tá ið hann rennur í brotsteiginum og roynir seg eftir innlegg, men royndin er ikki nóg neyv.
45) 2-0
GULT KORT: Patrik Johannesen, KÍ.
Tveir minuttir eru lagdir aftrat.
HÁLVLEIKUR
2-0
46) 2-0
NSÍ hevur gjørt tvær skiftingar. Av vøllinum eru farnir Pætur Hentze og Magnus H. Olsen. Á vøllin eru komnir Betuel Hansen og Jann Benjaminsen.
50) 2-0
NSÍ hevur fyrstu løtuna eftir steðgin verið í álopi, og tað var um reppið, at Klæmint A. Olsen minkaði um munin, men bólturin fór omanfyri málið.
57) 2-0
KÍ skiftir út: Torbjørn Grytten avloysir Jonn Johannsen.
58) 2-0
REYTT KORT: Patrik Johannesen hjá KÍ fyri tvey gul kort.
GULT KORT: Bárður J. Hansen hjá NSÍ.
60) 2-0
KÍ vinnur bóltin á NSÍ hálvuni, og Torbjørn Grytten er í fínari støðu, men tað eydnast ikki at umseta møguleikan til mál.
68) 2-0
Undirmannaða heimaliðið arbeiðir framúr væl og nógv. Spurningurin er, um teir bláu fara at eiga orku til hetta í 90 minuttir.
Higartil hevur NSÍ ikki víst viljan og hugburðin, sum skal til, um tað skal eydnast at svara aftur.
76) 2-0
Óli H. Olsen avloysir Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.
90) 2-0
LIÐUGT
2-0
--
TB – HB kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Andrias Sørensen, John Villy Leo Wøldike, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø – Stefan Radosavljevic, Ivan Ivanovic
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen - Adrian Justinussen, Hørður Askham, Andreas Malde Breimyr, Pætur J. Petersen - Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe
00)
Dysturin í Gøtu millum Víking og B36 er avlýstur.
Dagfinn Forná, dómarin, heldur, at tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt í Sarpugerði ídag.
05) 0-0
HB miðverjin Bartal Wardum hevur verið uttanfyri og fingið viðgerð.
10) 0-0
TB hevur fríspark dygst uttanfyri brotsteigin í høgru, tað verður lagt innfyri og stútað, men Teitur Matras Gestsson bjargar lættliga.
17) 0-0
Tað gongur javnt á. Spentar støður hava verið í báðum brotsteigunum.
22) 0-0
Tað gongur framvegis javnt á, og tað verður framvegis bíðað eftir upplagdum málmøguleika.
27) 0-0
Lotið liggur soleiðis, at tað er TB, sum í fyrra hálvleiki hevur tað undan.
29) 0-0
HB skiftir út: Bartal Wardum fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Símun Samuelsen.
32) 0-0
GULT KORT: Hørður H. Askham hjá HB fyri at fella mótstøðumann, sum var í gjøgnumbroti.
HÁLVLEIKUR
0-0
60) 0-0
HB hevur leikliga yvirvág, men tað gongst illa at vinna upplagdan málmøguleika.
78) 0-1
0-1: Adrian Justinssen
So hevur HB lagt seg framum. Eftir innlegg úr høgru var Adrian Justinussen leysur mitt fyri og fimtan metrar úr málinum, tá ið hann tamdi bóltin og sendi hann í netið.
84) 0-1
TB hevur eftir fínt álop og snilda fríspæling góðan møguleika at javna, men Teitur Matras Gestsson í HB málinum bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr. Ein ógvuliga stórur málmøguleiki.
89) 0-1
TB spennir álopsbogan í botn. Liðformaðurin og miðverjin Poul Ingason er nú í álopinum.
92) 1-1
1-1: Stefan Radosavljevic
TB pressar og pressar, og eftir aftur og fram og eitt sindur tøvandi verjuspæl sneiðir toppskjúttin Stefan Radosavljevic framvið Teiti Matras Gestsson og so verður bólturin trillaður í málið. Poul Ingason átti innleggið.
LIÐUGT
1-1
---
ÍF - Skála kl. 15.00
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
15) 0-1: Pætur Dam Jacobsen
Favorittarnir í Skála hava lagt seg framum. Málskjútti var liðformaðurin og miðvallarin Pætur Dam Jacobsen.
30) 0-2: Heðin Klakstein
Skála hevur fult og heilt tak á tí í Fuglafirði, og nú er støðan 2-0 til Skála.
Hesa ferð var tað framrættaði miðvallarin í vinstru, Heðin Klakstein, sum skoraði.
40) 0-2
Nú er ÍF nógv á bóltinum, meðan Skála hevur tikið seg eitt sindur aftur og lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt álop.
HÁLVLEIKUR
0-2
90) 0-3
0-3: Fróði Benjaminsen
So hevur elsti maður á vøllinum og maðurin við flestu dystunum í bestu deildini, Skála miðverjin Fróði Benjaminsen, staðfest Skálasigurin.
LIÐUGT
0-3
---
EB/Streymur - AB kl. 16.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
00)
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Hólmanum á Eiði.
20) 0-0
Tað gongur javnt á. Kanska hevur AB havt leikliga yvirvág.
25) 1-0
1-0: Arnbjørn Hansen
Eftir horna úr vinstru og útfrá aftur leggur Petur Zachariasen innfyri úr høgru, og við handara stólpa smekkar Arnbjørn Hansen bóltin í málið.
34) 2-0
34: Steffan Løkin
Eftir langa sending snittar Arnbjørn Hansen bóltin til Steffan Løkin, sum eftir nakrar ferðir aftur og fram skorar.
36) 2-1
2-1: Heri H. Mohr
Meðan heimamenninir fegnast um 2-0 málið gera gestirnir skjótt av. Tað var Heri H. Mohr, sum sendi bóltin í málið hjá EB/Streymi.
HÁLVLEIKUR
2-1