Skála er nú fremst

Kappingarnevndin hjá FSF gjørdu mánakvøldið úrskúr í kærumálinum millum Skála og HB. Skála er dømt sum vinnari av dystinum


 

2. deild


Eftir at tað í eina góða viku hevur verið torført at svara spurninginum um, hvør er á odda í 2. deild, tykist tað nú verða greitt, at Skála er á odda. Kappingarnevndin hjá FSF gav nevnliga Skála viðhald í kærumálinum móti HB, soleiðis at Skála e dømt at vinna dystin.

Málið snúið seg sum kunnugt um tveir leikarar, sum HB hevði á vøllinum, tá teir fyri hálvari aðru viku síðani vunnu 2-0 í útidystinum ímóti Skála.

HB hevði undan dystinum fingið munnliga tilsøgn frá FSF um, at teir høvdu loyvi at nýta leikararnar, og hildu seg tí hava fullan rætt at nýta hesar í dystinum.


Vóru ólógligir

Skálamenn vóru tó ikki iva um, at leikararnir ikki høvdu loyvi at spæla við, og kærdu teir tí dystin beinanvegin.

Tað vísti seg eisini, at sambært reglugerðunum var eingin ivi um, at Skála hevði grein í sínum máli, og tí var sum so eingin ivi um, hvørja støðu kappingarnevndin skuldi taka í málinum.

HB hevði annars í sínum svarskrivi til kæruna heitt á FSF um at bera so í bandi, at nýggjur dystur varð ásettur, men hesari áheitan gekk kappingarnevndin ikki á møti.

Sambært reglugerðunum fyri kappingarnevndina er heldur ikki heimild hjá kappingarnevndini at áseta nýggjan dyst. Sambært grein 39 í kappingarreglunum hjá FSF kann nevndin sekta brot á kappingarreglurnar við antin ávaring, bót, døma liðið at tapa dystin, frádøma felagnum heimavøll í nærri ásett dystartal ella tveita felagið úr kappingini.

Eingin ivi er um, at leikararnir ikki høvdu loyvi at spæla, og tí kundi kappingarnevndin neyvan gera nýtslu av linari revsing, enn hon gjørdi, tí ávaring ella bót hevði viðført, at HB framvegis stóð sum vinnari av dystinum, og tá Skála eftir øllum at døma er einasti parturin, sum ikki hevur gjørt nakað skeivt í málinum, vildi ein slík avgerð verið heilt burturvið.


Fer helst víðari

Í HB hava tey enn ikki tikið avgerð um, hvørt avgerðin hjá kappingarnevndini verður kærd til dómsnevndina. Nevndarfundur var týskvøldið um málið, men tá formaðurin í løtuni er við á eysturríkisferðini hjá fyrstudeildarliðnum, vildi nevndin ikki taka nakra endaliga støðu.

Felagið hevur tó freist fram til mánadagin at kæra avgerðina, og verður endalig støða tikin til hetta antin fríggja- ella leygardagin.