Miðvallarin og liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, var stak væl nøgdur efti stríðið í summarveðrinum:
- Vit spældu betri, vit stríddust meiri, og tað hevði serligan týdning, at vit vóru fyrri á returbóltunum, enn teir vóru tað.
Tit hava síðstu vikurnar tapt móti bæði NSÍ og HB. Hvør var munurin á avrikinum hesa ferð, og so á avrikunum tær báðar ferðirnar?
- Tað hevði stóran týdning, at vit hesa ferð vóru betri skipaðir. Vit hildu okkum ti avtalurnar og fokuseraðu upp á okkara spæl. Tað bar við sær, at vit komu til møguleikar og skoraðu, og at vit hildu teimum burtur frá møguleikum, heldur Pauli G. Hansen.










