Skála er bert eitt stig frá bjargingini

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málverjin hjá Skála staðfestir, at nú manglar lítið í hjá teimum, og setningurin er greiddur

Skála er bert eitt stig, ella bert ein stigamiss hjá AB frá bjargingini. Aftaná dagsins umfar hevur Skála 24 stig meðan AB hevur 18 stig, og seks stig eru eftir at spæla um. Einasti háttur tað kann kiksa hjá Skála at bjarga sær tilveruni, sum effodeildarlið er, at AB vinnur ímóti NSÍ í Runavík og vinnur á Víkingi á Argjum. Samstundis má Skála tapa ímóti TB í Trongisvági, og tapa ímóti HB á Skála. AB hevur betur málmun enn Skála, og hevur tí hendan lítla møguleikan at bjarga sær í effodeildini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við málverjan hjá Skála, Andras Gango aftaná Skála hevði spælt javnleik 1-1 ímóti ÍF i Fuglafirði. Eitt úrslit, sum teir hjá Skála kundu liva við tá samanum kom. 

 

Tó staðfestir málverjin hjá Skála, at tað setningurin er ikki greiddur enn, og teir mugu tí stríðast víðari í kappingini.