Skála endaði við tíggju monnum

Manningarliga endaði tað javnt í Gundadali. B36 liðformaðurin Klæmint Matras varð vístur av vølli miðskeiðis í 2. hálvleiki, og fram ímóti dystarenda sá Skála verjuspælarin Arnhold Berg reytt. Hjá Klæminti Matras var talan um beinleiðis reytt kort, og hjá Arnholdi Berg var talan um tvey gul kort.

Poul N. Poulsen legði í 2. minutti Skála framum beinleiðis upp á fríspark. Tríggjar minuttir seinni javnaði B36 liðformaðurin Klæmint Matras við brotssparki, og so var tað - eftir at teir vórðu undirmannaðir - at Jákup á Borg skoraði sigursmálið fyri B36.