Mest spennandi dysturin hetta umfarið hjá 1. deild kvinnum var á Skála, har Víkingur helst skuldi vinna, um tær skuldu gera sær nakrar tankar um at røkka eini bronsu. Tað megnaðu tær ikki og Skála er nú seks stig frammanfyri Vìking á stigatalvuni.
Skála kom á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Kristinbjørg Fredriksberg umsetti brotsspark til mál. Tað stóð leingi 1-0 til heimaliðið, men tá klokkan vísti 90 minuttir, skoraði Skála til 2-0 og avgjørdi dystin. Tað var Bára Berthelsen, ið skoraði seinna málið hjá skálakvinnum.
Í Sundalagnum stóð á jøvnum í næstan ein tíma, áðrenn AB liðskiparin, Mona Breckmann, legði AB á odda. Eitt korter fyri tíð økti Mona Breckmann til 2-0, men stutt eftir minkaði EB/Streymur um munin. Tað var eitt sjálvlmál. Í seinastu tíggju minuttinum tryggjaðu økti bara 15-ára gamla Elsa Splidt Jacobsen til 3-1 og Olga Kristina Hansen sló sigurin fastan máli til 4-1 til AB.
Á øðrum sinni møtti MB ikki upp til dyst ímóti oddaliðnum, KÍ. Sostatt vann KÍ uttan dyst 3-0. KÌ er framvegis sjey stig frammanfyri AB, sum er á øðrum plássi. Heili 12 stig eru niður til Skála á triðja plássi.