Skála best í Gøtu

Finalan í Víkingakappingini í Gøtu um vikuskiftið stóð millum kvinnurnar hjá Skála og Víking, meðan AB og KÍ máttu taka til takkar við at spæla um triðjapláss

Um vikuskiftið skipaði Víkingur fyri einari kapping í Gøtu millum tey fýra liðini, sum vóru tey fremstu í landskappingini í fjør: KÍ, AB, Skála og Víkingur. Men heldur óvæntað endaði Víkingakappingin næst­an við, at stigatalvan frá í fjør vendi á høvdinum.
Tað gjørdist longu greitt leygar­dagin, tá innleiðandi dystirnir vóru á skránni, tí fyrst vann Víkingur 3-2 á KÍ og síðani vann Skála 1-0 á AB. Báðir dystirnir blivu avgjørdir í evstu løtu. Sostatt skuldu nummar trý og fýra spæla finalu sunnudagin, tá gull- og silvurvinnararnir frá í fjør skuldu spæla um triðjapláss.
Í finaluni eydnaðist skála­kvinn­um at vinna við einum máli, tær fingu í seinna hálvleiki eftir horna­spark. Hetta var einasta málið í finalu­dystinum, men tað rakk so til at vinna kappingina. Í dystinum um triðjapláss var KÍ enn eina ferð á odda 2-0, men endaði allíkavæl við at tapa 2-3, so AB fór avstað við sigrinum og KÍ endaði aftast.
Sum sagt, vendu úrslitini kanska eitt sindur øðrvísi, enn tey flestu høvdu væntað frammanundan, og hóast dystir undan sjálvari kappingini sjáldan eru rættiliga álítandi fyri, hvussu seinni verður, kundi kappingin í Gøtu bent á eina munandi meira spennandi kapping hjá kvinnunum, enn tey mongu síðstu árini.

- - -

Víkingur - KÍ 3-2 (0-2)
0-1: Malene Josephsen
0-2: Sigrid Jacobsen
1-2: Hanna I. Højgaard
2-2: Jóhanna Lervig
3-2: Ansy Sevdal

AB - Skála 0-1 (0-0)
0-1: Fríðrun Danielsen

KÍ - AB 2-3 (1-0)
1-0: Sigrid Jacobsen
2-0: Maria Klakkstein
2-1: Doris í Garði
2-2: Elin Maria Isaksen (br.)
2-3: Elin Maria Isaksen

Skála - Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Annika Petersen