Tað gongur sum eftir ánni hjá B36. Fríggjadagin komu teir úr Jyllandi, har teir høvdu framt fínt UEFA Cup avrik, og sunnukvøldið fóru teir av Skála við 2-2 og harvið einum stigi. Úrslitið ber boð um, at B36 framvegis er eitt tað besta boðið upp á FM, og dystargongdin á Skála boðar frá, at B36 spælararnir eru ógvuliga væl fyri, og at tað ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu koppast.
Tá ið tað var hálvleikt bendi alt á, at heimaliðið skuldi vinna tryggan sigur og harvið einsamalt verja oddasessin.
Men vertirnir tóktust hava skrivað rokning uttan at hugsa um gestirnar. Mótstatt møðini og kropsligu tyngdini og óliðiligheitini, sum tað var upplagt at rokna við fór at kennast á B36 spælarunum, og sum longu sást frá dystarbyrjan hjá onkrum teirra, so blomstraðu teir.
Tíggju minuttir undan steðginum hevði Sigfríður Clementsen umskipað liðið, og tað riggaði heilt væl. Fróði Benjaminsen var fluttur aftur í miðverjuna, og Klæmint Matras varð fluttur úr miðverjuni og fram á sentralt miðvallarpláss.
Ingi Højsted, sum er topptrimmaður, og Klæmint Matras megnaðu at seta seg á sentrala partin av vøllinum. Stinnu sentralu Skála miðvallararnir Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Nenad Stankovic hava higartil í ár ikki verið settir undir sovorðið trýst, sum teir vóru seinna umfarið móti B36. Mikkjal Thomassen spældi seg upp í vinstru, Niels Joensen var eisini tryggur, tá ið hann var fluttur aftur á vongverjan, og so vóru B36 arnir vandamiklir.
Eina løtu vóru teir tríggir í álopinum - Allan Mørkøre, Oby og Bergur Midjord - og trýstið á Skála verjuna, har Arnhold Berg hevur vunnið stríðið um høgra vongverja plássið, var sera stórt.
Skála helt leingi tørn, og tá ið Fróði Benjaminsen hevði snittað frísparksframlegging frá Santos skeivu megin stólpan, var tað ikki frítt, at kenslan breiddi seg av, at hetta fór ikki at verða dagurin hjá B36.
Men hetta varð dagurin hjá B36. Teir arbeiddu hart og støðugt, og teir produseraðu møguleikar. Santos, sum er vorðin sannur lyklaspælari, stríddi seg fram í borði í vinstru. Innleggið varð blokerað til horna, Santos legði sjálvur innfyri, og við handara stólpan og ikki so langt úr málinum var Oby púra blankur, tá ið hann stakk seg upp og stútaði til 2-1.
So trúði B36 uppaftur meiri upp á tað. Skálamenn vóru skelkaðir og læstir, og tað var bara spurningur um tíð, nær B36 fór at skora eitt ella fleiri mál afturat. Teir fingu eitt mál afturat, men teir kundu havt fingið fleiri.
Væl upplagdi Oby snaraði framvið fleiri. Hann varð kroystur eitt sindur út í borðið, tá ið hann var farin framvið málverjanum. Skotroyndin varð blokerað á málstrikuni. B36 spælarar og viðhaldsfólk vildu hava, at bólturin varð stýrdur burtur við arminum, men væl plaseraði og annars sera sannførandi dómarin segði nei.
Í næsta álopinum fekk B36 horna í høgru. Bólturin varð sendur í hitt borðið og út frá til Allan Mørkøre, sum við fínari sending dygst omanfyri høvdini á øllum í brotsteiginum serveraði fyri Bergi Midjord, sum takkaði fyri og høgdi til við framúr heilfluktara, sum brast í nettakið.
So var 2-2. Síðstu løtuna setti B36 tveir ómóðar spælarar á vøllin. Samstundis sum teir vóru varnir í verjupartinum, so tóktust teir hava hug at spenna álopsbogan eitt vet, men teir megnaðu ikki at fáa mál, eisin tí at Skála miðverjan og sentrali miðvøllurin - Rúni Rasmussen og Milic Curcic og Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Nenad Stankovic - fingu skil aftur á verjupartinum.
Bundu ikki um
Skálaspælararnir høvdu havt sína løtu at avgera sær sjálvum til fyrimunar, men tað eydnaðist teimum ikki.
Frá fyrsta bríksli vóru teir í eyðkenda optimistiska og ágangandi lagnum. Tá ið teir komu á B36 hálvuna, var vandi á ferð. Teirra miðvøllur var fyrstu løtuna nógv tryggari og umhugsin, og B36 verjan hevði stórar trupulleikar av Boga Gregersen, Jónhardi Frederiksberg og Bjarna Jørgensen.
Tá ið Skála fekk fyrra málið, sá tað ikki væl út í B36 verjuni. Jónhard Frederiksberg rann Pól Thorsteinsson av í vinstru, síðani slapp hann út frá og framvið liðformanninum og Kenneth Jacobsen, og tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði til, átti Jákup Mikkelsen ikki at havt latið returbólt frá sær til Boga Gergersen, sum kom inn úr høgru og smekkaði til.
Leiðslumálið gav heimaliðnum skump rætta vegin. Iulian Florescu sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Jónhard Frederiksberg stakk seg upp og stútaði á stólpan. Bólturin stakk yvir í hitt borðið, og so var Bogi Gregersen aftur fyrstur á og Skála á odda 2-0.
Skála hevði møguleikan at økja til 3-0 og harvið ivaleyst heilt at punktera dystin, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga, tá ið Jónhard úr heilt stuttari fjarstøðu smekkaði til, eftir at horna úr høgru var farið yvirum handara stólpan, hagani Bogi Gregersen hevði stútaði innfyri aftur.
So var tað, at B36 umskipaði. Hóast mótbrekkan kendist øgilig - tvey mál aftanfyri og tunga altjóða avbjóðing í beinunum - so megnaði B36 uppgávuna, og tað kann væl hugsast, at skálamenn seinni í heyst fara at iðra seg serliga um, at teir mistu henda sigurin.
SKÁLA-B36 2-2 (2-0)
1-0: Bogi Gregersen
2-0: Bogi Gregersen
2-1: Oby Onyebuchi
2-2: Bergur Midjord
Dómari: Páll Augustinussen
SKÁLA: Vlada Filipovic - Arnhold Berg, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Pauli G. Hansen, Bjarni Jørgensen
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen (Oby Onyebuchi, 37.), Pól Thorsteinsson, Klæmint Matras, Alex José dos Santos - Niels Joensen, Fróði Benjaminsen, Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen (Bárður H. Joensen, 83.)- Allan Mørkøre, Bergur Midjord (Levi Hansson, 83.)
Gult kort: Pól Thorsteinsson, Mikkjal Thomassen