Skála – B71:

Við sigri í skjáttuni

Eftir eina røð av tapum eydnaðist bæði Skála og B71 at vinna í 13. umfari, og til dystin 14. umfar hava tey allar mans tøkar


FÓTBÓLTUR

Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo


Tað verður botndystur á Skála sunnudagin. Tey bæði aftastu liðini fara at togast um týdningarmiklu stigini, sum skulu tryggja teimum samband við liðini omanfyri strikuna. Felags fyri liðini bæði er, at tey eftir eina røð av tapum, vunnu sín dyst síðsta umfar. Hetta vóru bara næstu sigrarnir, hjá teimum báðum botnproppunum í ár. Skála vann trygt á útivølli móti B68, meðan B71 vann 2-0 á heimavølli móti klaksvíkingum.

Nú ætla liðini bæði, at tey, fyri fyrstu ferð í ár, skulu royna at vinna tveir sigrar á rað.

Til uppgávuna hava heimamenninir allar mans tøkar. Eingin skaði ella leikbann darvar, og sama er støðan hjá gestunum, sum koma av Sandoy.

Dysturin er ógvuliga avgerandi fyri lagnuna hjá liðunum báðum í bestu deildini. Tí frammanfyri tey liggja ÍF og B68, sum bæði vunnu sínar dystir síðsta umfar. Við øðrum orðum gera tey sítt fyri at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna, og sum tað sær út til í løtuni, skulu Skála og B71 ikki rokna við hjálp frá teimum.

Liðini bæði hava eisini innsæð, at javnleikir ikki røkka langt í longdini. Teir koma væl við móti liðum í toppinum, men móti liðunum í lægra endanum skulu trý stig fáast til vega. Tískil fara bæði liðini á vøllinum við eini vón og einum vilja um, at tað ber til at vinna annan sigurin á rað.


Myndatekstur:

Skála og B71 hava innsæð, at javnleikir røkka ikki langt í longdini, og fara tí eftir sigrinum

savnsmynd