##med2##
B36 legði seg fyribils á annað plássið við góðum 2-1 sigri á Skála á útivølli í dag.
Tá 26 minuttir vóru farnir legði Niels Pauli B. Danielsen Skála á odda við einum beinleiðis frísparki. Tveir minuttir seinni hevði Benjamin Heinesen javnað fyri B36. Tá 70 minuttir vóru farnir skoraði Brian Jakobsen sigursmálið fyri Skála.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum trimum málunum. Viðmerkjari var Pauli Poulsen. Hoyr eisini Paula Poulsen taka stutt samanum dystin, har hann á degnum metir B36 verða tað betra liðið.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum staðfestir, at Skála vóru ikki nóg góðir í dag. Hann hevur tó vónir um, at liðið kann venda gongdini til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið komandi hóskvøld, tá Víkingur og Skála møtast í Sarpugerði í Norðragøtu. Støðan er 1-1 frá fyrra dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørd við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum heldur, at B36 vann ein uppibornan sigur. Tað stóð eitt sindur á seinastu løtuna, men annars heldur Jákup, at B36 hevði gott tamarhald á tí. B36 møtir nú AB, ÍF og TB í trimum teimum komandi dystunum. Jákup væntar ikki nakran lættan dyst, men hann hann slær fast, at B36 rennur ikki undan favorittleiklutinum í teimum trimum dystunum.