Skála avgjørdi í evstu løtu

1. DEILD: Síðstu lítlu løtuna vendi Skála hóttandi tapi til sigur ímóti HB, sum nú er næstniðast

Ofta hevur tað higartil í ár ikki koppað Skála til fyrimunar, tá ið marginalirnir hava verið smáir.

Soleiðis var tað ikki leygardagin, tá ið teir næstbestu á Skála høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Tá ið tað restaðu tveir minuttir, var HB á odda 2-1. Bjarni Brimnes legði fimm minuttir eftir steðgin HB framum 2-1, eftir at Jón Krosslá Poulsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði javnað til 1-1.

Aksel B. Danielsen hevði í 12. minutti lagt Skála framum 1-0, og Aksel átti týdningarmiklan leiklut fram ímóti dystarenda, tá ið Skála vendi hóttandi tapi til sigur.

Í næstsíðsta minutti javnaði Jónhard Frederiksberg til 2-2, og í síðsta minutti var Aksel B. Danielsen aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði sigursmálið. Skála vann 3-2.

Úrslitið ber við sær, at Skála fór av sjeynda og fram á sætta pláss, og at HB fór av áttanda og aftur á níggjunda pláss. Skála hevur 27 stig, og HB hevur 23 stig. HB skal týskvøldið til Klaksvíkar at spæla útsettan dyst. Leygardagin eigur HB í triði síðsta umfari heimadyst í grannauppgerðini ímóti B36, og tá eigur Skála heimadyst ímóti 07 Vestur.