Skála: Allir bátarnir leysir

Teir tríggir ísfiskatrolararnir, Fram, Bakur og Stelkur, sum seinastu tíðina hava staðið á bedingini á Skála, eru nú allir komnir av aftur

At fáast við upptøku og sjóseting av skipum er ikki, sum at draga eitt áttamannafar oman ella niðan. Tey størru skipini viga nøkur hundrað tons og svíkur vognurin, tey standa á, er beinanvegin talan um eina stóra og krevjandi uppgávu, har loysnin skal leggjast neyvt til rættis.
Hetta gjørdist eisini støðan á bedingini á Skála, tá vognurin, sum skuldi taka ísfiskatrolaran Fram upp, gjørdist fastur. Tað, sum hendi, var, at teir aftastu tveir triðingarnir av eini sektión av trimum vognum, partvís fóru av skinnaranum. Skipið stóð í sjóvarmálanum og fekst hvørki niðan ella oman. Eitt slíkt mál gerst náttúrliga eisini ein tryggingarspurningur, og tað tekur tíð at finna út av, hvussu málið kann loysast og tryggasta og besta hátt.

Málið er loyst
Mánakvøldið eydnaðist so skipasmiðjuni á Skála at fáa Fram av aftur og teir báðir ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, sum hava staðið á bedingini og vórðu lidnir har í endanum av seinastu viku, sluppu av aftur týsdagin.
Mouritz Mohr, stjóri í skipasmiðjuni Mest, sigur, at arbeiðið at loysa málið við Fram gekk væl.
- Vit fingu fýra hundrað tons stórar lyftir úr útlandinum, lyftu skipið upp aftan og settu ein fjórða vogn – ein spesialvogn - undir aftasta partin av Fram.
Skipasmiðjustjórin sigur, at Fram fór beint av bedingini og í dokkina á Skála, har skipið helst verður liðugt í kvøld.
Fram var nevniliga á veg upp til onkrar umvælingar, tá hann gjørdist fastur á bedingini.
Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur og rekur Bak og Stelk, segði við Sosialin fríggjadagin, at skipini fara beint til fiskiskap, tá tey eru leys av Skála.