Skál fyri ítróttinum – og skít verður við heilsuni!

Tá ÍSF tosar um kostár og at fáa fransk­ar hotdogs og chips út úr ítr­ótt­ar­hall­um og av fót­bólts­vall­um, so man tað í besta lagi vera talan um reyp, ynski­dreym­ar, skemt ella sarkasmu.

Tí ítróttarfeløgini meina als eink­i við tað. Í Havn hava vit tvey stór pro­fess­i­ó­nell fót­bólts­fel­øg, sum brúka mill­i­ón­ir at keypa fót­bólts­spæl­ar­ar fyri. Men tá tey tosa um sunn­ar kostvanar, so er tað ein bý­ur í Kina.
Tí í staðin fyri at viðra kost­árið og vísa, at tey ver­u­liga meina nakað um sunnar heils­u­vanar og sunnan kost, so skál­a tey beinleiðis við og fyri fót­btólt­i­num. Tey eggja sín­um við­halds­fólki at drekka eina skál sam­an við fót­bólt­i­num. Tey hava opna barr í fel­ags­hús­i­num, og so lýsa tey við rús­drekka á bún­u­num hjá bestu fót­bólts­leik­ar­u­num.
Altso halló B36 og HB! Skulu fyr­i­mynd­ir­nar hjá lítl­um HB’­ar­um og B36’ar­um vera menn, sum renna runt á vøll­i­num og drekka øl? Man má spyrja, um nakar er heima hjá odd­a­fólk­u­num í hesum stóru ítrótt­ar­fel­øg­u­num. Með­an leik­ar­ar­nir á vøll­i­num eru renn­andi rús­drekka­rekl­am­ur, við­halds­fólk­ið gong­ur við góð­um gear­ara rund­an um vøll­in, og dunst­ur­in av øli og snapsi stend­ur úr fel­ags­høli­num, har hundrað­tals børn hava sína dag­ligu gongd.
Á heim­a­síðuni hjá ÍSF stend­­ur tað so pent, sum ítrótta- og ung­­dóms­ráð­gev­in hjá ÍSF, Annika H. Lind­en­skov, sig­ur:
» – Tað hevur ó­met­a­liga stór­­an týdn­ing, at fyri­­mynd­­i­r­­nar hjá teim­um ungu geva tey røttu sign­al­ini. Fáa vit úr­vals­ítrótt­­a­­fólk okk­ara – spæl­ar­ar­nar í teim­um bestu deild­­u­num – at skilja fult út hvussu týdn­ing­ar­mik­ið tað er, at tey fram­traðka sum fyr­­­i­mynd­ir, er nógv vunn­ið.«
Tá ÍSF kortini einki mein­ar við hatta sunna, so droppa tað og sig­ið sum før­­oy­­a­m­eist­­­a­r­­ar­­­nir vilja hava okk­­um at siga: Skál fyri ítrótt­i­­num og skít verð­ur við heils­uni!