Skóhornið í Bøgøtu

Mánadagin 14. november læt upp nýggi skógvahandilin Skóhornið í Bøgøtu 2 í Havn, har sum handilin Listir var áður

Tað er 33 ára gamli Axel Mc Intosh, sum eigur og rekur handilin. Axel er annars útbúgvin datamatikari, men hann hevur í nøkur ár eisini selt arbeiðsklæðir í heilsølu.

Aksel sigur, at vøruúrvalið hjá Skóhorninum er skógvar til allar aldursbólkar, og hann leggur serligan dent á at vera bíligastur á marknaðinum við skóm í góðum kvaliteti. Hesa vikuna hevur Skóhornið upplætingartilboð við 20 prosentum í avsláttri av øllum vørunum.