SkúgvaTvøroyrar Býráð til viks

Løgmálaráðið hevur sett tríggjar avgerðir hjá Tvøroyrar Býráð úr gildi, men á Tvøroyri gevast tey ikki so

Kommunal Rættindi

? Tvøroyrar Býrráð hevur ikki heimild til at nokta einum skipi hjá Strandferðsluni atløgupláss.
Tað hevur løgmálaráðið hjá Landsstýrinum nú endaliga samtykt.
Tískil hevur løgmálaráðið sett avgerðirnar hjá Tvøroyrar Býráð um at nokta Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri úr gildi.
Løgmálaráðið metir ikki, at kommunan hevur grundað sína avgerðir um at nokta Dúgvuni atløgupláss á saklig og lóglig atlit og tí verða avgerðirnar settar úr gildi, sigur Løgmálaráðið við Tvøroyrar Býráð nú um ársskiftið.
Sostatt er staðfest, at hóast kommunan eigur havnalagið, hevur tað ikki rættindi til at gera av, hvørji skip skulu fáa atløgupláss og hvørji skulu ikki og, hvat havnaløgini annars verða brúkt til.
Og tað metir Tvøroyrar Býráð at vera eitt ógvuliga álvarsligt mál, ikki bara fyri Tvøroyrar Kommunu, men fyri allar kommunur í landinum, har kommunalar havnir eru.
Tí vil Býráðið heldur ikki góðtaka avgerðina í fyrstu syftu.
Finnleif Guttesen sigur, at býráðið tískil fer at leggja málið fyri sakførara fyri at vita um grundarlag er at fara víðari við málinum og at royna málið í rættinum fyri at fáa eina endaliga avgerð.

Mótsigandi
Borgarstjórin á Tvøroyri er eisini av teirri áskoðan, at avgerðin hjá løgmálaráðnum er mótsigandi.
? Strandferðslan hevur skyldu at flyta ferðafólk. Men avleiðingin av tí má so vera, at landið eisini hevur skyldu til at gera ferjulegurnar, tí tað ber ikki til at áleggja kommunum at geva skipum hjá landinum atløgupláss.
Hann heldur eisini, at kann Tvøroyrar Kommuna ikki nokta Dúgvuni atløgupláss, kann Tórshavnar Kommuna heldur ikki nokta nýggja Suðuroyarskipinum atløgupláss.
Tað, hann sipar til, er, at sum støðan er í løtuni, vil Tórshavnar Kommuna ikki binda seg til at geva nýggju suðuroyarferjuni fast atløgupláss, ti landið vil ikki vera við til at betala ferjuleguna.
Og Finnleif Guttesen ásannar eisini, at at Tórshavnar Kommuna hevur ikki noktað skipinum atløgupláss, so málini kunnu ikki heilt samanberast.
Men Tórshavnar hevur víst á, at nýggja skipið fær ikki fast atløgupláss, men sleppur at liggja, har sum pláss er frá fer til fer.
?Tað sama kann væl eisini koma fyri á Tvøroyri. Er onki pláss fyri einum skipi, so er er onki pláss, heldur ikki á vanligu ferjuleguni um so skuldi verið.
? Men hvørki Landið, Strandferðslan, ella ferðafólk kunnu liva við, at ferðamannaskipini ikki hava fast atløgupláss og tí má tað vera skyldan hjá Landsstýrinum at tryggja skipunum fast atløgupláss, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Hann vísir m.a. á, at oftani fríggjadagar og viðhvørt eisini hósdag, verður Smyril noyddur at leggja at á gamla havnalagnum, tí Clare liggur á Drelnesi og tekur farm.
? Men tað er ein kommunal avgerð, at Clare og farmasflutningur skal fáa fyrsta rætt til havnina á Drelnesi, tí tey betala nógv meiri havnagjald enn Smyril ger.
Les eisini greinina " hevur fyrr noktað Dúgvuni atløgupláss