"Hello, Linda! My name is Yrena, I am 4,3 years old."
Soleiðis skrivar ein lítil ukrainsk genta til fimtan ára gomlu Lindu úr Klaksvík.
"Eg búgvi í Ukraine, nær Svarta Havinum, í lítla friðarliga býnum, Kotovsk.
Túsund takk fyri jólagávuna! Hon er frálík, og eg eri so glað fyri hana.
Eg eigi eina lítla systir, og omma og abbi búgva eisini hjá okkum.
Linda, eg vóni, at vinabond kunnu verða knýtt millum teg og okkum.
Farvæl, Linda og Gud signi teg!".
Soleiðis ljóðar fyrsta brævið, sum Linda fekk úr Ukraine.
Og vinir hevur lítla Yrena sanniliga fingið í familjuni á Traðagøtu 28 í Klaksvík.
Á einari talvu í køkinum hjá Lindu og teimum hanga myndir av Yrenu og familju hennara.
Mamma og pápi Lindu eita Bergfríð og Josias, og hjá teimum býr eisini omma Lindu, sum nú hevur fingið enn fleiri at binda upp á, enn hon hevði frammanundan. Á sofaborðinum í stovuni liggja bæði hosur, vøttir og brølapa, sum omman hevur bundið at senda til Yrenu og lítlu systir hennara, Kristinu.
Enn eitt bræv
Nakað seinni fekk Linda aftur bræv úr Ukraine, og hesaferð var brævið frá sekstan ára gamla Vadim.
Pápi Yrenu, sum er djóralækni, hevði myndina av Lindu við á arbeiðsplássið, har mamma Vadim eisini arbeiðir. Vadim sá myndina av Lindu og gjørdi av at skriva til hennara.
Hann skrivar, at hann so brennandi ynskir sær eina far-telefon. Men í Ukraine eru fartelefonir ógvuliga dýrar, og har hava skúlanæmingar ikki loyvi at arbeiða eftir skúlatíð. Tí hevur hann ikki stórar møguleikar at savna saman til fartelefonina og vónar tí, at vinir hansara fara at hjálpa honum at savna nóg mikið av peningi.
Fyri nøkrum mánaðum síðani sendi Linda ein pakka til russ-isku vinir sínar, men nú var so long tíð gingin, uttan at tey frættu nakað. Tí hildu tey, at pakkin mundi vera blivin burtur.
Men meðan eg siti og skrivi hesar reglur, ringir Bergfríð at fortelja mær, at tey júst nú hava fingið bræv úr Ukraine, har tey takka fyri pakkan, sum tey hava fingið úr Føroyum.
Christmas Child
Tað er gjøgnum tiltakið, Christmas Child, at Linda sendi skógvaeskjuna við jólagávunum.
Bergfríð sigur, at hon heldur, at tað er sera gott fyri tey ungu at læra seg at geva og síggja, at tað eru ikki øll, sum hava tað so gott sum vit.
? Vit hava tað so gott í Føroyum, og tað er so skjótt at taka alt fyri givið. Men gjøgnum hetta eru vit í hvussu er komin nærri at fólkum, sum ikki hava tað eins lætt og vit. Hóast tey ikki eru fátøk ella arbeiðsleys, so kann tað ikki samanberast við yvirflóðina, vit liva í, sigur hon.
Aftur í ár hevur Linda savnað eina fulla eskju av gávulutum. Men hon skal ikki rokna við at fáa bræv frá barninum, sum fær gávu hennara í ár, tí nógv av børnunum, sum fáa gávueskjurnar, eru so illa fyri, at tey hava ongan møguleika at senda bræv.
Linda er nú vorðin 16 ára gomul, og hon gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð. Eftir skúlatíð arbeiðir hon í Alfa bókahandli - og tað er tað eingin, sum kann nokta henni, tí í Føroyum er eingin lóg, sum forðar skúlaungdómi at tjena sær pening.
····
Tað er sunnudagsskúlin, Lívdin í Hoyvík, ið stendur fyri Christmas Child-tiltakinum, og í morgin verða skógvaeskjurnar latnar inn har. Síðani er tað Skipafelagið, sum ókeypis flytir eskjurnar til Onglands, haðani so uppaftur onnur taka sær av at bera fátøkum børnum úti í heimi gávurnar.
Jú fleiri eskjur koma inn, fleiri verða børnini, ið fáa jólagávur - børn, sum annars einki eiga og kanska ongantíð í lívinum hava fingið eina gávu áður.
Um tú ynskir at verða við í tiltakinum næsta ár, er tað eitt gott hugskot longu nú at fáa tær eina
skógvaeskju og byrja at leggja
gávulutir í beinanvegin. Á tann hátt kanst tú keypa góðar gávulutir so við og við.
Tú kanst lesa meira um tiltakið á heimasíðunum, www.livdin.fo ella www.samaritanspurse.org.










