Eitt hátrýst, yvir 1040 hPa, yvir norðara parti av Skandinavia liggur mest sum í stað. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst, um 995 hPa, í ein norðan móti Íslandi og Føroyar liggja tá í einum lýggjum, men eisini slavnum, streymi av landsynningi. Fríggjadagin fer eitt nýtt lágtrýst, um 980 hPa, móti Íslandi av suðri og eitt tilhoyrandi brúgvalag kemur inn yvir Føroyar. Um vikuskiftið fylgja nýggj lágtrýst, um 985 hPa, av suðri og brúgvaløg við regni koma í skiftum inn yvir Føroyar.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut, fyrrapartin mjørki í støðum, men yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina lækkar hann í ein sunnan og makar niður í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn, men um náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin hækkar í landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar og okkurt æl, seinni skýggjað og út á náttina møguliga regn. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 8 og 12 stig.